Tað upplýsir spanska innlendismálaráðið sambært Reuters.
Ceuta hevur umleið 83.000 íbúgvar og er saman við Melilla einasta landamarkið, sum ES hevur til Afrika.
Streymurin av migrantum byrjaði hósdagin, tá mett varð, at 2.000 til 3.000 ungir menn vóru komnir inn í býin. Fríggjamorgunin upplýstu spanskir myndugleikar tó, at talið var vaksið til 49.000.
Summir migrantar svumu inn til Ceuta, meðan aðrir klatraðu um markagarðarnar.
Hetta er størsta hendingin av slíkum slag síðani 2021, tá umleið 8.000 migrantar komu inn í Ceuta upp á stutta tíð. Tá vórðu teir flestu sendir aftur til Marokko.
Sambært spanska innlendismálaráðnum hava í minsta lagi 18 fólk latið lív í royndini at koma inn í Ceuta.
Stóra tilflytingin hevur elvt til politiskt kjak í Evropa. Italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, hevur heitt á ES um at útihýsa Spania úr Schengen-samstarvinum, meðan Frakland hevur styrkt markalkiðini móti Spania.
Danski útlendinga- og integratiónsmálaráðharrin, Morten Bødskov, sigur í einari skrivligari viðmerking, at Danmark fylgir støðuni neyvt.
– Vit skulu ikki slaka við ytru mørkini hjá ES. Tvørturímóti skulu tey styrkjast. Tað er ábyrgdin hjá limalondunum at verja ytru mørkini hjá ES, sigur hann.
Spanska stjórnin hevur seinastu árini havt ein meira opnan innflytingarpolitikk enn fleiri onnur suðurevropsk lond. Millum annað hevur stjórnin í ár sett í verk eina skipan, sum gevur ólógligum innflytarum eitt ára uppihaldsloyvi, ið kann leingjast.











