Fyrsti heimadysturin, ið kvinnurnar skula spæla við Tjarnir verður tann 9. apríl. Kvinnulandsliðið skal í apríl mánaði spæla tveir playoff dystir ímóti Litava um luttøku í HM endaspælinum, og er hesin heimadysturin tann fyrri av teimum báðum. Atgongumerkjasølan byrjaði í morgun klokkan 10 og er sølan gingin væl. Enn eru eini 150 sitipláss eftir og eisini nøkur standipláss.
Tey fyrstu atgongumerkini blivu seld rættiliga skjótt, og langsíðan var útseld eftir minni enn einum tíma. Um vit hyggja inn á atgonugmerki.fo, síggja vit, at enn eru eini 150 sitipláss eftir og eisini nøkur standipláss.
Tað er gleðiligt, at bæði kvinnur og menn megna at selja so nógv atgongumerkir til sínar heimadystir. Hetta vísir, at áhugin fyri bæði kvinnu- og manshondbólti er stórur. Og sjálvsagt skula okkara landslið fáa allan tann stuðul tey kunna á heimavølli.
Alt bendir á at tað verður útselt til dystin, so um tú ikki hevur tryggjað tær atgongumerki enn, so er best at keypa beinanvegin.
Atgongumerkini kunna keypast á atgongumerki.fo