Napoli má bíða

Seria A: Tað var lagt upp til meistararóm í Napoli, men tað má bíða

Napoli er á gáttini at tryggja sær fyrsta meistaraheitið síðani 1990, og tað bara triðja í søguni. Liðið er langt fremst og tá Lazio tapti fyri Inter Milan fyrr um vikuskiftið, so skuldi Napoli bara vinna á Salernitana.

 

Á heimavølli tóktist spenningurin tó fyri takið á teimum ljósabláu úr Napoli. Tað endaði við 1-1 javnleiki og meistararómurin er settur á køl í nakrar dagar fyribils. Lazio spælir mikukvøldið móti Sassuolo og tapa teir, so er Napoli meistari uttan at spæla.

 

Napoli skal ikki á vøllin fyrr enn hóskvøldið móti Udinese. Napoli er 18 stig fremst og verður meistari. Tað er bara ein spurningur nær.

 

1Napoli32254368:2279
2Lazio32187750:2461
3Juventus32186848:2760
4Roma32176944:3057
5Inter Mílanó321831154:3557
6AC Milan32169752:3857
7Atalanta32167953:3755
8Fiorentina321291142:3645
9Bologna321291141:4045
10Monza321281240:4344
11Sassuolo321271340:4743
12Udinese3210121042:4042
13Torino321191233:3842
14Salernitana327131238:5134
15Empoli327111426:4232
16Lecce327101527:3831
17Hellas Verona32691727:4527
18Spezia325121526:5127
19Cremonese323111828:5820
20Sampdoria32382120:5717