Ein dystur verður í fremstu deildini hjá kvinnum í kvøld. Hann verður millum oddaliðið Neistan og felagsliðið, VÍF/Tjaldur.
Neistin hevur framvegis fult stigatal, men tað tykist sum munurin millum oddaliðið og hini minkar á vøllinum. Fyrst gav Stjørnan góða mótstøðu á Hálsi, og um vikuskiftið var munurin bara tvey má, tá Neistin vitjaði í Vági.
VÍF/Tjaldur hevur vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar í landskappingini. Tær liggja nummar trý og hava trý stig færri enn Kyndil, sum í gjár tapti fyri StÍF. VÍF/Tjaldur hevur spælt tríggjar dystir færri enn Kyndil.
Dysturin í kvøld millum Neistan og VÍF/Tjaldur í høllini á Hálsi verður klokkan 18.30.
Fremsta deild kvinnur:
Neistin VÍF/Tjaldur 18.30
Støðan:
1. Neistin 16(stig)
2. Kyndil 9
3. VÍF/Tjaldur 6
4. Stjørnan 6
5. VB 5
6. StÍF 4