Nenad aftur á Skála

Heimasíðan hjá Skála Ítróttarfelag hevur boðað frá, at Nenad Stankovic fer at spæla við Skála tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.
Ætlanin hjá Skála var alla tíðina, at Nenad skuldi spæla við í ár. Men í januar gjørdist tað greitt, at uppihaldsloyvið ikki fór at verða longt. Í juni varð farið undir nýggja roynd at fáa Nenad aftur til Skála. Í síðstu viku komu endalig boð frá myndugleikunum um, at nú var alt í lagi, og í morgin fer Nenad aftur at seta fótin á land í Føroyum. Um hann er eins væl fyri, sum hann var tað í fjør, so er tað eingin ivi um, at Nenad væl og virðiliga fer at styrkja Skála liðið, sum fyrst fer at ríva seg leyst úr botnstríðnum, og síðani fer at royna at klatra so langt upp eftir talvuni, sum tað ber til.