Nógv er broytt síðani 1996, tá Newcastle vann heili 5-0 á Manchester United. Í kvøld bresta liðini saman aftur, men við øðrum fortreytum. Málið til 5-0 í heimasigrinum á Manchester United í kappingarárinum 96/97 stendur fast í minninum hjá øllum Newcastle viðhaldfólkum, ið eru gomul nokk at minnast tað. Newcastle var í hæddin og leikarar sum Alan Shearer, David Ginola, Les Ferdinand og Philippe Albert ráddu fyri borgum. Meðan tríggir teir fyrstu allir skutu nógv mál fyri felagið, so er tað tann síðst nevndi, ið skoraði eitt av bestu málinum hjá Newcastle nakrantíð hendan dagin. 20. Oktobur 1996 skoraði miðverjin úr Belgia eitt mál, sum sjálvt Diego Maradona, Pele og Zinedine Zidane høvdu verið stoltir av.
Samandráttur frá dysinum á St. James? Park kann síggjast
HER> Við Kevin Keegan á odda, var Newcastle ávegis at vinna Premier League á fyrsta sinni. Men tað var til og við at Kevin Keegan misti høvdið og legði eftir Manchester United venjarinum, Sir Alex Ferguson. Kevin Keegan leggur eftir Sir Alex Ferguson <a href= http://www.youtube.com/watch?v=YXpUdBlRZe8> HER> Manchester United endaði við at vinna meistaraheitið og Newcastle hevur ongantíð verið tað sama síðani. Í kvøld møtast liðini á St James? Park í Newcastle. Manchester United liggur væl fyri at vinna meistaraheitið, meðan Newcastle liggur mitt í stigatalvuni. Wayne Rooney er tøkur aftur eftir leikbann, meðan Paul Scholes, sum eisini var á vøllinum saman við Ryan Giggs handan dagin í 1996, er leikbannaður eftir reyða kortið í FA Cup hálvfinaluni. Jóan Símun Edmundsson er tíverri ikki at finna í Newcastle hópinum í kvøld.