Óneyðugt at kanna fólk fyri koronu í Vágum

Næstan eingin hevur so langt til eina kaningarstøð, at tað er ónøktandi,heldur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Tað er ikki neyðugt at seta eina korona-kanningatstøð upp í Vágum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur spurt hann, um nøkur ætlan fyriliggur um at lata fleiri ókeypis kanningarstøðir upp kring landið.

Hann vísir á, at fyri at lætta um hjá fólki, sum vilja verða kannað fyri koronu, kundi ein kanningarstøð eisini verið í Vágum, og aðrastaðni við. Tað hevði eisini stytt um bíðitíðirnar á kanningarstøðini á Landssjúkrahúsinum, heldur hann.

Men tað heldur landsstýrismaðurin vera óneyðugt. Hann sigur, at sjúkrahúsverkið hevur skipað kanningarstøðir í Trongisvági, í Klaksvík, í Havn og í Runavík, har øll kunnu møta upp at verða kannað fyri koronu.

Somuleiðis hevur eitt ferðalið verið á útoyggjunum Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Hesti, Mykinesi, Skúvoy og Stóru Dímun at kanna fólk fyri koronu.

– Tað er ikki óhugsandi, at hetta ferðaliðið kann gera ein túr afturat seinni, skuldi tørvur verið á tí, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

– Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum hava eisini tikið stig til at veita nólsoyingum tilboð um ókeypis kanningar og í Sandoynni ber tað til at biðja um tíð hjá kommunulæknanum at verða kanna fyri koronu.

– Spurningurin um at gera fleiri kanningarstøðir hevur verið umrøddur, men niðurstøðan er, at tað er ikki neyðugt við fleiri kanningarstøðum, tí tey allarflestu kunnu koma til eina kanningarstøð upp á 40-45 minuttir, og tað má er ein nøktandi tænasta, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann væntar eisini, at bíðitíðirnar fara at minka, tí longu nú eru bíðitíðirnar munandi styttar.

Ein annar spurningur, sum hevur verið nógv umrøddur, er, um tað kann vera rætt, at føroyski skattgjaldarin skal rinda fyri, at tey, sum koma til Føroyar, verða kannað fyri koronu. Síðani ferðasambandið ímillum Føroyar og umheimin tók seg upp aftur, í juni, hevur tað kostað føroyska skattgjaldaranum einar tvær milliónir um vikuna at kanna ferðafólk fyri koronu.

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at ferðafólk eiga sjálvi at rinda fyri kanningina og hann sigur, at Landsstýrið hevur í umrøtt hendan spurningin í fleiri umførum.

Men eftir lógini um farsóttir, hevur Landsstýrið ikki heimild at taka pengar frá fólki fyri korona-kanningar, og samstundis ber tað heldur ikki til hjá Løgtinginum at broyta lógina, tí hetta er danskt málsøki.

Men hann sigur, at landsstýrið kannar um tað, upp á onkran annan máta,  ber til at fáa heimild til at krevja, at fólk skulu sjálvi rinda fyri kanningina, men enn er ikki komið á mál við hesum.