Sum partur av fyrireikingunum til 1. útbjóðing til oljuleiting á føroyska landgrunninum hevur Oljumálastýrið skipað fyri fundum í seinastuni saman við umboðum fyri fiskivinnuna, umhvørvisfeløg og eisini aðra vinnu. Á hesum fundum hava umboð fyri Oljumálastýrið greitt frá gongdini í arbeiðinum uppá at gera uppskot at leggja fyri tingið fyri 1. útbjóðing. Eisini hava umboð fyri vinnuna og áhugafeløg annars havt møguleikan at seta spurningar. Endamálið við hesum kunningarfundum er at kunna fara undir eina nýggja vinnu sum oljuvinnu samtíðis sum aðrar vinnur og áhugamál verða væl kunnað um gongdina og somuleiðis hava møguleika at gera sínar viðmerkingar.
Oljumálastýrið helt kunningarfund fyri fiskivinnuna seinast í september.Umframt umboð fyri fiskivinnufeløg vórðu eisini umboð fyri Føroya Umhvørvisverndarfelag og Føroya Fuglafrøðifelag við. Fiskimálastýrið hevði eisini sett ein bólk til at finna út av, hvørji árin oljuvinnan kann fáa á fiskiskapin og á umhvørvið. Í tí bólkinum hava sitið fyri Oljumálastýrið Anni á Hædd og Alex Buvik og fyri fiskivinnu og umhvørvi Jens Helgi Toftum, Jákup Pauli Joensen og Hjalti í Jákupsstovu.
Nú tá útbjóðingarlógin verða løgd fyri tingið skal tað eisini í viðmerkingunum verða greitt frá, hvørjar avleiðingar oljuvirksemið kann hugsast at hava fyri fiskiskap og umhvørvi. Eyðun Elttør, landsstýrismaður var við á fundinum á Hafnia. Hann sigur við Sosialin, at her var talan um ein sera positivan fund. Í Oljumálastýrinum leggja tey stóran dent á at tryggja, at fiskivinnufeløg og umhvørvisfelagsskapir hava møguleika at gera teirra sjónarmið galandi í sambandi við komandi útbjóðingina.
-Sum landsstýrismaður í umhvørvismálum haldi eg somuleiðis, at umhvørvið (í breiðari merking) verður betri tryggjað, um fleiri sjónarmið koma til orðanna, áðrenn treytirnar fyri oljuvirksemið verða endaliga tilevnaðar. Haraftrat er tað av stórum týdningi, at fiskimenn fáa upplýsingar um, hvat oljuvirksemið kann merkja fyri teirra vinnuveg. (Hvørji øki verða boðin út,verður tað loyvt at fiska í hesum økjunum, hvussu leingi varir ein leitiboring osfr.)
Eyðun Elttør sigur víðari, at ein sjálvandi kann siga, at sjálv útbjóðingin hevur ongi árin á umhvørvið, tí leitingarloyvini standa ikki einsamøll. Tá feløgini við leitingarloyvinum í hondini ætla at fara undir boringar, skulu tey aftur hava boriskránna góðkenda av oljumálastýrinum (trygdarpartin) eins og møgulig borievni (kemikaliur) skulu góðkennast av okkara umhvørvismyndugleikum osfr.
Landsstýrismaður vísir á, at eftir lógini um kolvetnisvirksemi kann eisini verða kravt, at gjørda verða serligar umhvørviskanningar í sambandi við at farið verður undir leitiboringar ol. so í veurleikanumeru treytirnar, ið settar verða í sambandi við sjálva útbjóðingina, bara tær fyrstu í eini røð. -Tað er samlaða regluverkið, ið skal tryggja, at neyðug fyrivarni verða sýnd umhvørvi og fiskiskapi. Eg ætli mær sum landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum at gera mítt til, at oljuvinna á føroyska landgrunninum ikki gongur út yvir fiskivinnuna ella umhvørvið sigur Eyðun Elttør.
Fer ikki at órógva nógv
Vit tosaðu eisini við Hjalta í Jákupsstovu, stjóra á Fiskirannsóknarstovuni eftir fundin. Hann sær ikki teir stóru vandarnar fyri fiskivinnuna, nú ein oljuleiting byrjar og vísir á, at tað í sjálvari kanningartíðini í fyrstu útbjóðing verður ikki serliga nógv kapping um øki. Tað verða nakrir fáir flótandi boripallar, sum so hava eitt ávíst trygdarøki rundan um seg. Hesir pallar fara ikki at órógva fiskiskapin tað nógva sæð út frá teimum økjum man hevur valt út.
-Tað veldst sjálvandi um, á hvussu grunnum vatni teir fara at bora. Basaltið gongur út á 500 metrar, og helst verða tað har frá og út á djúpri vatn, at tað verður borað. Lítil fiskiskapur er ytri enn 500 metrar.
Hvat viðvíkur seismikkinum og hvat hann kann styggja av fiskinum hava vit ikki nóg neyvar upplýsingar, men síðani Vaktar- og Bjargingartænastan fór undir at boða frá yvir telefon hevur hetta hjálpt nógv.
Um fundin annars sigur Hjalti í Jákupsstovu, at har var einki rumbul ella ónøgd og heldur eingir nærgangandi spurningar. Onkur av luttakarunum helt tvørturímóti fyri, at vit øll ynskja at síggja olju, og so mugu vit bara læra at liva við henni, tá hon kemur.
Á fundinum fingu umboðini fyri fiskivinnuna ikki heilt neyvt at vita, hvørji øki verða boðin út, men kortini fingu tey so mikið at vita, at tey hava eina hóming av, hvar oljufeløg fara at bora eftir olju frá byrjan.
Teir skipabólkar, sum fiska á økjunum, har tað fer at verða borað, eru garnaskipini eftir svartkalva, djúpvatnstrolararnir og í ein vissan mun partrolararnir og so línuskipini eitt sindur, men tað er ikki nógv vísir Hjalti í Jákupsstovu á.
-Hevur tú ein passivan reiðskap, so nýtist hann ikki at setast júst har, oljupallarnir fara at seta á. Tað hevur so heldur ikki so nógv uppá seg at tóva rundan um ein slíkan pall. Talan er um ein ring uppá 1000 metrar í diametur. Um vinnan og oljufólk tosa saman so haldi eg ikki, at har verður nakar stórvegis trupulleiki. Tað er so alt treytað av, at allar umhvørvislógir og eftirlit verða fylgd.
Ikki brúka havið til køst
Her er tað m.a. av alstórum týdningi, at ein nýggj vinna sum oljuvinnan ikki nýtir havið sum køst, nakað sum man tíanverri oftani er vitni til frá øðrum skipum. Oljurør og líknandi má alt í land eftir nýtslu og einki má verða slept á botn.
Á fundinum kom fram, hvørji krøv eitt nú Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur eitt loyvi til oljuleiting skal innihalda.
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at tað er greitt, at vit mugu seta so strong krøv til útleiðing av dálkandi evnum sum uppá nakran máta gjørligt. -Vit vara ikki bara av umhvørvinum sjálvi. Tað fer víðari. Og sum eitt land, sum livir av umhvørvinum, eiga vit at seta strangastu møguligu krøvini til umhvørvið og eisini marknaðarliga. Loyva vit í eini lóggávu viðurskiftum, sum aðrir ikki loyva, so vilja vit heilt vist fáa teir stóru umhvørvisfelagsskapirnar uppá nakkan, og tá virkar tað inn á fiskivinnuna, tí vit sleppa ikki av við okkara vørur.
Stjórin á Fiskirannsóknarstovuni heldur, at tað má vera tann avgjørda fortreytin fyri eina fiskivinnutjóð, at tað verða sett so strong tekniskt krøv til umhvørvi, sum yvirhøvur gjørligt og at einki órudd sleppur at liggja eftir. Tá hetta er uppfylt eiga fiskivinna og oljuvinna at kunna liva síð um síð. So koma onnur viðurskifti inn í myndina, sum kunnu vera bæði negativ og positiv. Eitt nú er tað kappingin um arbeiðsplássini.
Hjalti í Jákupsstovu roknar annars við, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Oljumálastýrið fara at ar-beiða víðari við umhvørvisspurningunum fram til útbjóðingina.
Savn til fisk og dýr
GEM-verkætlanin, sum er eitt samstarv millum oljufeløg og føroyskar myndugleikar varð sett á stovn fyri at fáa til vega tað tilfarið, sum er neyðugt fyri, at oljufeløgini kunnu koma við eini skilagóðari risikoanalysu tvs. um hvørjir vandar eru við at bora í føroyskum sjógvi. Hjalti í Jákupsstovu, sum sjálvur er við í arbeiðinum hjá GEM sigur, at har eru nøkur ting komin uppá pláss, men enn manglar nakað. Og tað er nokk meira okkara egna skyld. Tað er serstakliga eitt, sum hann heldur vit eiga at fáa til vega nokk so skjótt, áðrenn vit seta borin í, og tað er at gera eitt savn av fiski og dýrum, sum somu fiskasløg, sum møguliga seinni kunnu verða ávirkað av eini oljuvinnu. -Vit eiga at savna fisk og dýr í dag, sum so verða konserverað til man hevur brúk fyri at koma aftur til teirra seinni og samanbera við fisk og dýr, eftir at ein oljuvinna hevur verið í longri tíð.
So er spurningurin, um hetta er nakað, sum oljuvinnan skal gera, Føroyar ella bæði saman. Sum nú er arbeiðir GEM við umhvørvinum og ikki við livandi fiski. Hjalti í Jákupsstovu, sum sjálvur er við í stýringsbólkinum í GEM, sigur, at hetta er nakað, sum roynt verður at taka upp í GEM.
-Vit mugu byggja upp eina vitan í Føroyum umframt at man sjálvandi er noyddur til at hava konsolentar aðrastaðni vísir stjórin á Fiskirannsóknarstovuni á.