Tíðindaskrivið frá løgmansskrivstovuni um at Jóhan Dahl var loystur úr starvi sínum sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var ikki meiri enn komið út, so hevði sambandsflokkurin fund á gamla apotek. Av tí at fundurin var fráboðaður so mikið knappliga, var ikki øll tingmanning sambandflokksins til staðar.
Nýggjur fundur mánakvøldið
Eftir fundin fyrrapartin mánadagin fingu vit orðið á Alfred Olsen, virkandi formann í Sambandsflokkinum. Hann segði stutt, at á fundinum høvdu tey í stuttum kunnað hvønn annan um tað, ið var farið fram síðstu dagarnar og serliga mánamorgunin, tá ið løgmaður loysti Jóhan Dahl úr landsstýrissessinum. Av tí at fundurin ikki var fullmannaður, var nýggjur fundur ásettur mánakvøldið klokkan seks, og eftir tann fundin fór flokkurin at koma við einari niðurstøðu um alt tað, ið er farið fram seinastu dagarnar.