Brynjað akfør, tyrlur, maskinbyrsur og agentar í skottryggum vestum vóru at síggja, tá forsetin í Venesuela, Nicolás Maduro, seinnapartin í dag var ávegis í rættin á Manhattan í New York.
Forsetin varð fluttur úr illa gitnað fongslinum, Brooklyn Detention Center (MDC) og til rættarbygningin.
Bæði Nicolás Maduro og konan, Cilia Flores, eru í hondjørnum, og bæði eru í brúnum draktum, sum minna um fangabúna. Forsetin er eisini í reyðgulum skóm.
Filmsbrot vísa ein haltandi Maduro, sum verður førdur inn í eitt størri brynjað akfar, og her síggjast eisini fleiri angentar hjá amerikansku narkoløgregluni, DEA.
Verdens Gang veit at siga, at á leiðini úr fongslinum til rættarbygningin standa eisini fleiri skarpskjúttar. Eftir ein stuttan túr, kemur fylgið til rættarbygningin.
Heimasíðan veit at siga, at loftmyndir vísa blunkandi ljós, tungtvápnað løgreglufólk og vegasperringar á rutuni við Nicolás Maduro og konuni, Cilia Flores.
##med2##












