- Dagurin byrjar klokkan 10 við ókeypis morgunmati fyri gestum, og gjøgnum dagin verður eisini undirhald fyri børnum og vaksnum, eins og pæliland verður á økinum, siga fyrireikararnir

Skráin fyri Norð Festivalin á Viðareiði er nú klár

- Við einari fjølbroyttari skrá frá morgni til langt út á náttina verður lagt upp til ein fullan festivaldag á Viðareiði, siga fyrireikararnir

- Dagurin byrjar klokkan 10 við ókeypis morgunmati fyri gestum, og gjøgnum dagin verður eisini undirhald fyri børnum og vaksnum, eins og pæliland verður á økinum, siga fyrireikararnir

Nú er skráin til Norð Festivalin 2026 klár.

 

Leygardagin 29. august verður Viðareiði karmur um ein fjølbroyttan festivaldag við tónleiki, undirhaldi, mati og hugna – og eitt av stóru hæddarpunktunum verður, tá danski rokkbólkurin, D-A-D fer á stóra pall klokkan 21.45.

 

D-A-D hevur í fleiri áratíggju verið millum kendastu rokkbólkarnar í Danmark, og festivalgestir kunnu gleða seg til at uppliva bólkin mitt í stórslignu náttúruni á Viðareiði.

 

Men tónleikaskráin á Norð Festivalinum fevnir breitt. Á stóra palli verða eisini Friði & Marner, Hallur Joensen, Eyðun, Terji & Kim og ROX við Signari í Homrum at hoyra.

 

Í Tjaldinum byrjar tónleikurin longu fyrrapartin leygardagin við Trølla Pæturi og Ommuni. Seinni fara Herborg Torkilsdóttir, Sámal Ravnsfjall, Rani Nolsøe, Bjarki Hansen, Blátt Gras, Páll Oddur & Finnur Koba, Edmund & Mikkjal og DJ Cool á pall.

 

Fyrireikararnir vísa á, at Norð Festivalurin eisini er meira enn bara tónleikur. 

 

- Dagurin byrjar klokkan 10 við ókeypis morgunmati fyri gestum, og gjøgnum dagin verður eisini undirhald fyri børnum og vaksnum. Spæliland verður á økinum, Silvi vitjar børnini, ein kúgv verður flett, eins og Fuglafjarðar Harmonikufelag fer at spæla.

 

Á Hotel Norð verður buffet frá klokkan 15 til 21, og á midnátt spælir Ottar Skottar til dans.

 

- Við einari fjølbroyttari skrá frá morgni til langt út á náttina verður lagt upp til ein fullan festivaldag á Viðareiði, og Norð Festivalurin verður leygardagin hin 29. august 2026. 

 

Skráin í stuttum:

 

Stóri pallur:

Kl. 18.00 – Friði & Marner

Kl. 19.45 – Hallur Joensen

Kl. 21.45 – D-A-D

Kl. 00.00 – Eyðun, Terji & Kim

Kl. 01.45 – ROX v/Signar í Homrum

 

Tjaldið:

Kl. 11.15 – Trølla Pætur og Omman

Kl. 15.00 – Herborg Torkilsdóttir

Kl. 16.00 – Sámal Ravnsfjall

Kl. 17.00 – Rani Nolsøe

Kl. 19.00 – Bjarki Hansen

Kl. 20.45 – Blátt Gras

Kl. 23.15 – Páll Oddur & Finnur Koba

Kl. 01.00 – Edmund & Mikkjal

Kl. 02.45 – DJ Cool

 

Hotel Norð:

Kl. 15.00 – Buffet letur upp

Kl. 21.00 – Buffet letur aftur 

Kl. 00.00 – Ottar Skottar spælir til dans

 

- Harumframt eru fleiri tiltøk og undirhald á skránni gjøgnum dagin, og fulla skráin fyri Norð Festivalin sæst her niðanfyri.

 

##med2##

 

- Dagurin byrjar klokkan 10 við ókeypis morgunmati fyri gestum, og gjøgnum dagin verður eisini undirhald fyri børnum og vaksnum, eins og pæliland verður á økinum, siga fyrireikararnir