Tað upplýsir ukrainski tilbúgvingarmyndugleikin sambært AFP.
Harumframt vórðu minst 23 fólk særd.
Sambært myndugleikunum kyknaði eldur í fleiri økjum í býnum, og stórar oyðileggingar hendu í fimm býarpørtum.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at Russland nýtti ballistisk missil í álopinum.
Ein íbúðarbygningur fekk stóran skaða, og fyrsta og onnur hædd rapaðu partvíst saman. Eisini kyknaði eldur í fleiri goymslubygningum.
Longu tíðliga um náttina ávaraði Klitsjko um álopið.
– Spreingingar hoyrast í býnum. Kyiv er undir álopi við ballistiskum missilum. Leitið tykkum í skjól, segði hann.
AFP-fráboðarar í Kyiv siga, at meira enn tíggju spreingingar hoyrdust við stuttum millumbilum, og at trýstbylgjurnar vóru so harðar, at bilalarmar fóru í gongd kring býin.
Álopið kemur fáar dagar eftir, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevði fund við amerikanska forsetan Donald Trump í Washington.
Har umrøddu teir møguleikan fyri, at Ukraina fær loyvi at framleiða amerikonska Patriot-loftverjuskipanina, sum er avgerandi fyri at verja Kyiv og aðrar býir móti russiskum ballistiskum missilum.
Zelenskyj segði eftir fundin, at Trump hevði góðtikið at geva Ukraina framleiðsluloyvi. Men í einari samrøðu við Financial Times fríggjanáttina segði Trump, at endalig avgerð enn ikki er tikin.
##med2##












