SF: Sangir til kovboyhattar og vestar

Sámal Ravnsfjall og Benjamin Petersen spæla sangir av amerikansku vídduum og úr føroyska bygdalagnum

Sámal Ravnsfjall og Benjamin Petersen hava konsert á Summar Festivalinum í ár.

 

Hvør sær eru teir kendir sum solistar og partur av bólkum. Nú hava teir funnið saman í samstarv, har teir spæla blús, kontri og eisini onkrar sangir hjá Jóan Jakku Guttesen, sála.

 

Sangirnir eru bæði av amerikansku víddunum og úr føroyska bygdalagnum. Teir spæla tøkuløg hjá útlagnum hetjum og mýriblúsarum og sangir, ið teir sjálvir hava skrivað.

 

Her verður góður møguleiki at fara í vestin, lata seg í kovboyhattin og fara á konsert hjá Sámali & Benjamin.

 

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.