Verður útlendingaøkið yvirtikið, kann tað enda við, at tað fer at verða dýrari at flúgva ímillum Føroyar og útheimin, og at bíðirøðirnar á flogvøllinum í Vágum fara at vera munandi longri. Vága Floghavn ávarar ímóti at føroyingar yvirtaka útlendingaøkið, uttan at vit fyrst tryggja okkum eina avtalu við Shengen um at eftirlitið kann verða verandi sum tað er.
Sum vit lósu her á in.fo í morgun, sigur Smyril Line, at tað fer at vera ein vanlukka fyri felagið, verður málsøkið yvirtikið, uttan eina avtalu um passeftirlit við Shengen og tað sama eru tey í Vága Floghavn samd í.
Les eisini: Hetta kann verða ein ólukka fyri Norrønu
Verða Føroyar eitt triðjaland hjá Shengen, fer tað at vera munandi verrið at menna eina ferðavinnuna í føroyum, heldur Vága floghavn.
Verða útlendingamálini yvirtikin, uttan at Shengen málið er loyst, fer tað at fáa stórar fíggjarligar, umsitingarligar, og sum heild negativar avleiðingar fyri føroyska flogvinnu.
Verða Føroyar uttanfyri Schengen, merkir tað, at øll 236.000 ferðafólkini, sum ferðast um flogvøllin í Vágum, skulu kannast tvær ferðir, bæði táið tey koma og tá ið tey fara. - Harumframt skulu tey kannast, tá ið tey eru komin fram til útlendsku floghavina og útreiðslurnar av hesum fer Atlantsflog
- Hetta fer at krevja nógv størri starvsfólkaútreiðslur hjá flogvøllinum og tey flogfeløg sum brúka flogvøllin. - Hetta verða útreiðslur sum ferðafólkini í síðsta enda mugu gjalda fyri, sigur Vága Floghavn.
Tey leggja afturat, at umframt starvsfólkaútreiðslur, verður eisini neyðgugt hjá Vága Floghavn at gera stórar íløgur fyri at tað skal bera til húsa tollvaldi, ferðafólki og løgreglu í sambandi við komur og fráferðir.
Hetta eru kostnaðarmiklar íløgur, sum tey ikki hava lagt upp fyri, tá floghavnin varð bygd. - Bæði núverandi, og komandi farstøð eru góðkendar til schengenflúgving og farstøðin, má sostatt umbyggjast beinavegin, tí neyðugt verður at innrætta hana heilt øðrvísi enn nú, sigur Vága Floghavn.
Tey leggja afturat, at hjá føroyskum ferðafólkum, sum eru eini 65% av øllum ferðafólki á flogvøllinum, fer hetta fyrst og fremst at merkja at ferðaseðlarnir fara at verða munandi dýrari. Í síðsta enda verða tað ferðafólkini, sum skulu rinda fyri eykaútreiðslurnar, og samstundis verður bíðitíðin munandi longri, tí tey skulu vísa passið fleiri ferðir, hvørja ferð, tey ferðast, siga tey í Vága Floghavn.
|