Nógv fleiri menn enn kvinnur á festivalunum í summar

Kvinnur eru í stórum undirluta á skránni hjá ársins festivalum í summar. Fýra ferðir so nógvir menn mynda festivalarnar.

Tobias Rahim, Mick Box úr Uriah Heep, Rasmus Seebach og Jóan Jakku Guttesen úr Tinganest. Hesir verða millum annað at hoyra á nøkrum av festivalunum í summar.

Tað eru flest menn, ið spæla á føroysku festivalunum í summar. Tað kunnu vit staðfesta, aftaná at hava gjørt eina uppteljing av nøvnunum á ársins festivalplakatum/skráum, sum higartil eru tøkar á heimasíðunum hjá ymsu festivalunum. 

 

Higartil býtið er 87 menn og 21 kvinnur. Tað svarar til næstan gott fýra ferðir so nógvir menn sum kvinnur.

 

Vit hava valt 6 festivalar út – Summar Festivalin, G! Festivalin, Country Festivalin, Voxbotn, Tórsfest og Okkara Land.

 

Út frá teimum nøvnunum, ið higartil eru kunngjørd, kunnu vit síggja, at tað á Summar Festivalinum eru tvær kvinnur og 13 menn. Voxbotn hevur 14 menn og tríggjar kvinnur á plakatini, og eingin kvinna stendur til at spæla á Tórsfest, men 6 menn.

 

Til Okkara Land stóðu tvær kvinnur og 14 menn á plakatini, meðan Country Festivalurin hevði tríggjar kvinnur og 12 menn.

 

G! Festivalurin hevur flest nøvn tilsamans og harvið eisini flest kvinnur (11), men mannfólkini eru eisini í stórum meiriluta og telja 28 á G! festivalinum. Tríggir bólkar hava bæði kvinnur og menn í og teljast tí sum blandað.

 

Sí yvirlit av uppteljingini her:

 

##med2##

 

Høvuðsnøvnini: Her eru kvinnurnar eitt sindur við

 

Um vit so hyggja at útlendsku høvuðsnøvnunum, so kunnu vit siga, at trý av teimum heilt stóru nøvnunum eru kvinnur. Størsta einstaka kvinnuliga høvuðsnavnið helst er Tessa, sum skal spæla á Voxbotn.

 

G! Festivalurin hevur tveir bólkar sum høvuðsnøvn, har kvinnur hava høvuðsleiklutin sum sangarar – Of Monsters and Men og Highasakite. Av tí at kvinnur mynda bólkarnar, telja vit hesar sum kvinnur í uppteljingini.

 

Annars eru øll hini útlendsku høvuðsnøvnini menn – til dømis Olly Murs og Uriah Heep á Summar Festivalinum, Nathan Carter á Country Festivalinum, Rasmus Seebach á Tórsfest og Nick Carter á Voxbotn.

 

Eisini í Danmark

 

Tað er annars ikki serliga óvanligt, at menn í størstan mun mynda festivalplakatirnar. Í Danmark er sami tendensur, og har hevur verið nógv kjak um, at kvinnur eru í undirluta sum høvuðsnøvn á festivalplakatunum. Tað vísir millum annað ein uppteljing í nógv umrødda í DR-dokumentarinum ”Sexisme i musikbranchen”, har tað millum annað kemur fram, at kvinnur hava truplari enn menn við at fóta sær í tónleikavinnuni og koma fram.

 

Í uppteljingini av høvuðsnøvnum á donsku festivalunum sæst eitt nú, at Nibe Festivalurin hevur 5 prosent kvinnur, Northside hevur 14 prosent, og Jelling Festival hevur 38 prosent.

 

Størsti danski festivalurin Roskilde Festivalurin er undantakið – har eru helvt um helvt kvinnur og menn høvuðsnøvn, altso 50 prosent kvinnur. Í samrøðu viðAvisen Danmark sigur Anders Wahrén, bókari hjá Roskilde Festivalinum, at tey í nógv ár hava arbeitt miðvíst eftir at skapa størri diversitet og fáa kvinnur á plakatina og á stóru pallarnar.

 

Danska sangkvinnan Stine Bramsen heldur, at festivalar hava eina ábyrgd, tá tað kemur til at fáa fleiri kvinnur á skránna.

 

- Eg haldi ikki, at nakar hevur hug til at halda kvinnurnar uttan fyri, men vit hava ein tendens til at velja tað, sum vit plaga at gera, og tað sum riggar, sigur hon við TV2 Østjylland.

 

Dokumentarfilmurin vísir eisini, at tað eru nógv fleiri menn, sum geva út tónleik enn kvinnur. Útgávurnar í Danmark í 2023 vóru mest frá monnum (65 %), og 21% frá kvinnum, meðan 14% vóru menn og kvinnur saman.  

 

##med3##

 

Atlit og óvissur í okkara uppteljing

 

  • Mátin vit hava talt uppá, kann hava nakrar óvissur við sær. Til dømis er ringt at gera av, hvussu ein bólkur skal kategoriserast, um nú forsangarin er kvinna, og restin eru menn – og umvent, um forsangarin er maður, men kvinnur spæla í bólkinum. Av tí sama velja vit bara at hyggja at oddapersóninum – uttan í teimum bólkum, har fleiri sangarar eru (sum til dømis Einangran, sum má telja sum ”blandað”).
  • Enn eru øll nøvn ikki kunngjørd, og tí kann býtið væntast at broytast.
  • Tá tað eru nøvn sum ”Jens Marni og Kim Hansen” ella ”Laila og Malan”, telja vit tað sum 1.
  • Tveir av festivalunum hava eitt “All stars” lið, har fleiri av fremstu tónleikarunum í landinum syngja hit’s. Her hevur Voxbotn 7 menn og eina kvinnu, og Okkara Land hevur 6 menn og eina kvinnu. Hetta hava vit talt við í samlaða roknistykkið.

Tobias Rahim, Mick Box úr Uriah Heep, Rasmus Seebach og Jóan Jakku Guttesen úr Tinganest. Hesir verða millum annað at hoyra á nøkrum av festivalunum í summar.