Nógv ung hava hugsað um at skaða seg sjálvan

Samstundis hava fleiri av teimum ungu í Føroyum hugsað um at taka seg sjálvi av døgum

Heili 36 prosent av teimum ungu í Føroyum hava hugsað um at skaða seg sjalvi.

Tað vísir úrslitið í feskari kanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt millum tey 17-18 ára gomlu í Føroyum.

Heili 36% hava hugsað um at skaða seg sjálvi á einhvønn hátt.

Og av teimum hevur ein triðingur enntá hugsað um tað tvær ella fleiri ferðir.

 

Tað vísir úrslitið í feskari kanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt millum tey 17-18 ára gomlu í Føroyum

 

Hetta er sama úrslit sum kanningum, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur gjørt í 9. flokki í 2003, 2007 og 2011.

 

Her sigur ein stívur triðingur, at tey hava hugsa um at skaða seg sjálvi, og sama tal sigur seg hava roynt at rýma heimanifrá í meira enn ein dag.

 

- Vit vita ikki um hendan støðan er nýggj, ella um hetta altíð hevur verið ein partur av tí trupla ungdómslívinum, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum

 

- Ungdómurin í dag setir stór krøv til sín sjálvs; tey vilja liva upp til tað fulkomna,  og tað er jú ómøguligt. Hesi tølini vísa, at tað er alneyðugt at arbeiða við sálarligu heilsuni hjá okkara ungdómi, sigur hann.

 

Somuleiðis vísa tølini fyri júst hendan aldursbólkin, at 5,2 prosent siga seg hava roynt sjálvmorð. Hesi tølini koma í kjalarvørrinum av aðri kanning, sum vísti, at 10% av teimum ungu í 8. flokki hava sjálvmorðsroyndir.

Hesa kanningina hevur Tóra Petersen, sálarfrøðingur og phd sjálv onnur, staðið fyri.

 

Kanningarnar hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í 9. flokki vístu eisini, at umleið hvør 10. segði seg at hava roynt sjálvmorð. Hetta er ikki bara eitt føroyskt fyribrigdi, men soleiðis svara ung í 9. floks kanningunum um alt Europa og í USA við.

 

- Tað er serliga merkisvert, at tey svara soleiðis, tá vit samstundis vita at sera fá koma í samband við heilsuverkið eftir slíka roynd. Tað er tí eitt ógreitt, hvat tey ungu í grundini meina við, tá tey siga seg hava roynt sjálvmorð, staðfestir Pál Weihe,

 

Hann vísir eisini á, at bara helvtin svarar játtandi uppá spurningin um sjálvamorðsroynd tá ið tey eru 17- 18 ára aldur samanborið við 14-15 ára aldur. Hetta kundi eisini týtt uppá, at tey leggja ymiskt í spurningin, sigur hann.