HB roynir at elta oddaliðið og grannarnar í B36. Enn eru fýra stig upp til oddasessin, og tí hevur HB ikki ráð at snáva tað allarminsta, um teir skulu gera sær vónir um at endurvinna FM-heitið.
KÍ roynir í sínum lag at elta møguleikan fyri europiskum fótbólti. Eisini har er munurin upp til EB/Streym fýra stig, og tí eru tað bara sigrar, sum av álvara telja nakað.
Hagtølini staðfesta tó, at tað kann verða sera møtumikið hjá KÍ. Tað eru nevnliga níggju ár síðani, at KÍ seinast vann heimadyst móti HB í fremstu føroysku mansdeildini. Hagtøl, sum ikki hóva klaksvíkingum serliga væl.
Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør hava báðir drigist við fótliðsskaðar, og teir eru tí ivasamir til dystin. Ísak Simonsen er leikbannaður.
HB má framvegis vera langtíðarskaddu Símun Samuelsen, Christian Restorff Mouritsen og Gunnar Haraldsen fyriuttan. Alex José dos Santos hevur leikbann, meðan Johan Troest Davidsen hinvegin er aftur, eftir at hann hevði leikbann seinast.
Dysturin í Klaksvík byrjar klokkan 15, og tað verður Páll Augustinussen, sum dømir.