Norðoyggjar, Eystur kommuna og Fuglafjarðar kommuna ein eind!

Um kommunurnar ikki kunnu skipa seg í størri eindir, fara vit at síggja eina rættuliga stóra miðsavnan tey komandi árini. Kommunuálitið er gott, men ikki nóg gott!

Eftir at eg hevði lisið kommunuálitið, mátti eg tíverri staðfesta, at Norðoyggjar verða lagdar einsamallar í eina kommunu. Tó skal sigast, at eg hevði sætt at siga ikki væntað annað, tó at eg slett ikki eri samdur í hesari samanlegging. Eg hevði vónað, at álitið fór at vísa okkum, hvussu umráðandi tað verður, at skipa kommunurnar í stórar eindir fyri at tryggja javnstøðu fyri allar føroyingar.

Týdningurin av størri kommunalum eindum?
At eg so inniliga ynski, at Norðoyggjar leggja saman við Eystur- og Fuglafjarðar kommunu, er tí, at eg meti, at hetta økið samanlagt, hevur so ótrúliga nógv at bjóða – mentanarliga og vinnuliga. Harafturat hevur hvør kommuna sær nógv at bjóða, sum hinar kommunurnar kunnu njóta gott av. Fuglafjørður hevur ein framúrskarandi miðnámsdepil á Kambsdali, stórt mentanarhús, tungoljuvirki og gongur undan við nýggjari verkætlan við sólorku, vindmyllum og øðrum. Afturat tí hevur Fuglafjørður eitt ótrúliga sterkt vinnulív.

Eysturkommuna hevur bowlinghøll, sterkt vinnulív, G! Festival og nógv annað. Norðoyggja kommuna hevur hotell, sjómansheim, matstovur, biograf, svimjihøll, stórt bókasavn, ungdómshús, Dávavirkið við venjingarhølum til tónleik, Summarfestival, Sjómannadag, sjómannskúla, tekniskan skúla, sterkt vinnulív og sjálvandi eisini nógv annað.

Tað sum eg síggi, sum størsta fyrimun við samanlegging millum hesar kommunur, er at skipa økini soleiðis, at okkum ikki tørvar at gera somu íløgurnar fleiri ferðir. Hví skal Klaksvíkin byggja eina bowlinghøll, tá ið vit kunnu koyra 5 minuttir fyri at koma til Leirvíkar, ella hví skal Fuglafjørður gera biograf, heldur enn at koyra 15 minuttir til Klaksvíkar?

Í hesum trimum kommunum hava vit eisini 3 sterkar havnir, ið veruliga kundu nýtt ágóðan av hvørjari aðrari og staði sterkari í kappingini um at fáa ferðavinnuskip og vanliga uppskipan av vørum hendan vegin. Eg eri sannførdur um, at um vit ikki leggja kommunurnar saman, fara vit at brúka orku uppá at kappast við hvørja aðra.

Um vit harafturímóti velja at leggja saman, koma vit at verða eitt kraftsentur fyri norðara økið. Vit koma at vera ein sterk eind, sum hevur eina viftu av tilboðum til allar sínar borgarar, og eitt sterkt vinnu-, skúla-, sosial- og mentanarlív í rygginum.

Tryggja javnstøðu
Um kommunurnar í Føroyum skulu uppliva javnstøðu, verður tað alneyðugt við størri kommunum. Soleiðis sum kommunuálitið er samanskrúvað, fara kommunurnar at síggja soleiðis út:

Suðuroy
Sandoy
Tórshavn
Vágar-Streymoy ella
Vágar
Vestmanna-Kvívík
Eysturoy ella
Eystur
Skálafjørður
Sundalagið
Norðuroyggjar

Kanska er tað ikki rætt, at gera viðmerkingar til hvussu aðrar eindir skulu skipa seg, men fyri at tryggja javnstøðu kring landið, verður tað av stórum týdningi, at kommunueindirnar kunnu skipa seg størri um tær ynskja tað. Verður tað hinvegin ikki møguligt at skipa eindirnar størri, koma vit at síggja eitt miðstaðarøki, ið veksur, meðan útjaðarin minkar!

Ein sterkur útjaðari ger ein sterkan miðbý – høvuðsstað. Ein høvuðsstaður, har alt finnst og har alt er miðsavnað - við ongum útjaðara, er ein fátækur høvuðsstaður. Vit eru hóast alt 18 oyggjar, har so vítt gjørligt øllum skal verða lív lagað. Tí kann eitt øki sum Klaksvík, Norðuroyggjar, Leirvik, Gøta og Fuglafjørður hóskandi verða ein mennandi útjaðari, sum kann skapa sína nátúrligu “sjálvstyrki”, ið kann gagna útjaðaranum og miðøkinum.

Eg vóni, at tá ið kommunuálitið kemur til viðgerðar í tinginum, fara løgtingslimir at gera tað møguligt at skipa kommunurnar í størri eindir.

Jógvan Skorheim
Varaborgarstjóri
Klaksvíkar Kommuna