- Tað hevði hinvegin heilt víst gagna føroyska samfelagnum at verið við í einum norðurlendskum samveldi. Ísland og Danmark kenna nógv til føroysk viðurskifti. Føroyar høvdu hinvegin knýtt seg nærri at Finnlandi, Noregi og Svøríki, og tað eru bara fyrimunir við, at onnur fáa áhuga fyri føroyingum.
Tað var í oktober í fjør, at svenski søgufrøðingurin og debatørurin Gunnar Wetterberg setti sítt seinasta punktum í argandi kronikk, sum dagblaðið Dagens Nyheter skuldi prenta. Evnið var, hvussu Norðurlond skulu skipa seg í framtíðini.
Lítið visti Gunnar Wetterberg, tá hann sendi kronikkina umvegis teldupost til ábyrgdarblaðstjóran á Dagens Nyheter, at hann, nakrar fáar dagar seinni, verður millum mest umrøddu menninar millum norðurlendsku politikarar.
Forsætisráðharrar viðgjørdu spurningin, sum Wetterberg setti. Ítøkiliga skeyt søgufrøðingurin upp at skipa eina samgongu millum Svøríki, Finnland, Noregi, Danmark og Ísland.
Gunnar Wetterberg var sannførdur í sínari kronikk. Tað eru bara fyrimunir við at knýta norðurlendsku statirnar, Svøríki, Noregi, Finnland, Danmark og Ísland í eitt norðurlendskt samveldisríki. Tað skal skipast eftir sama leisti sum Ongland, Frakland, Spania, Týskland og Italia. Hann skeyt eisini upp, mest í spølni, at Margretha drotning skal vera ríkisovasti.
Tað er so upplagt, vildi hann vera við. Norðurlendingar, og serliga skandinavar, skilja væl hvønn annan, umframt at mentanin líkist. Norðurlond eru hvørt sær tannleysar pinkutjóðir, sum hava ilt við at gera seg galdandi í altjóða høpi. Eitt norðurlendskt samveldisríki hevði, sambært Gunnari Wetterberg, staðið nógv sterkari, enn tjóðirnar gera sum sjálvstøðugar. Við 25 milliónum íbúgvum og tíggjundu størstu bruttotjóðarúrtøkuni í heiminum hevði eitt norðurlendskt samveldisríki fingið nógv størri altjóða virðing.
Wetterberg útgreinar ikki, hvønn leiklut Føroyar, Áland og Grønland skulu hava í norðurlendska samstarvinum. Wetterberg hugsar bara um fimm norðurlendsku statirnar.
- Samstarvið milum norrønu stjórnirnar hevur ikki verið tætt seinastu árini. Tað skal broytast. Tað eru fleiri dømir um, at vinnulívið í Norðurlondum arbeiðir um landamørk, og tað er upplagt, at norrønu londini fremst av øllum skipa eina felags lóggávu á vinnulívsøkinum og á arbeiðsmarknaðinum, sigur Gunnar Wetterberg.
Stórt samveldi
Wetterberg helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum í síðstu viku um sítt hugskot at skipa Svøríki, Noregi, Finnland, Danmark og Ísland í eitt norðurlendskt samveldi. Hann grundgav bjartskygdur fyri fyrimununum og møguleikunum og vísti á, at norðurlond tilsamans eru 25 milliónir fólk, og búskaparliga hevði samgongan verið størri enn Russland og Brasil. Hann legði dent á, at norðurlond hava somu grundvirði við denti á fólkaræði, javnstøðu, samhaldsfastar og vælferðarskipanir. Í uttanríkispolitikki kunnu norðurlond sum ein samgonga fáa ein stóran leiklut í heimspolitikki, uttan at vísa ítøkiliga á, hvussu viðurskiftini við ES verða.
- Eitt slíkt samveldi verður neyvan skipa næstu árini. Eg giti, at tað verður aktuelt um 20 ár. Tað krevur eitt drúgt kanningararbeiði og samráðingar um ymsu viðurskiftini, sum skulu fáast í rættlag.
Veruleikafjart
Helgi Abrahamsen er tingmaður fyri Sambandsflokkin. Hann heldur, at hugskotið um eitt norðurlendskt samveldi er áhugavert fyri ein søgufrøðing, men tað er samstundis veruleikafjart.
- Norðurlond hava nógv til felags. Umframt søguna, mentanina, vælferðarskipanirnar, líkjast málini nógv. Wetterberg vísir hinvegin á at serliga skipa ein felags uttanríkispolitikk. Norðurlond er ósamd og draga ikki eina línu á tí økinum. Tvey av londunum eru í EFTA og ætla sær ikki í ES. Svøríki er ikki partur av NATO, og Noregi er argasti fíggindin hjá føroyingum og íslendingum í fiskivinnusamráðingunum. Alt byrjar við einum hugskoti, men eg dugi ikki at síggja, at eitt norðurlendskt samveldisríkið verður veruleiki næstu árini, sigur Helgi Abrahamsen.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur altíð tikið fult og heilt undir við hugsjónini um eina veruliga samgongu millum Norðurlond. Hann heldur, tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri Føroyar politiskt, búskaparliga, mentanarliga og sosialt, um norðurlendska samstarvið hevði verið ment til eina veruliga samgongu ella eitt samveldislíknandi samstarv.
- Hugsjónin hjá Wetternberg er ikki í andsøgn við fullveldishugsjónina í Føroyum. Tað er ein misskiljing, at ein sjálvstøðug tjóð er einsamøll og avbyrgd frá umheiminum. Veruleikin er tann øvuti. Ein sjálvstøðug tjóð og egið fullveldi er fortreytin fyri at taka lut í altjóða samstarvi ella á jøvnum føti í samveldum ella øðrum skipanum, eins og ES-londini, sigur Høgni Hoydal. Hann leggur afturat, at um eitt norðurlendskt samveldi skal skipast sum ein føderasjón ella sum eitt leysari samveldi millum statir, ber altíð til at kjakast um. Fyrimunurin er eyðsýndir, og grundgevingarnar truplar at finna, sambært formanninum í Tjóðveldi.
Mótstøða
Norðurlendsku forsætisráðharrarnir, og fleiri norrønir politikarar, hava fyribils tikið frástøðu frá hugskotinum hjá Gunnari Wetterberg. Hugsjónin hevur fingið nógv pláss í kjakrúminum. Debatørurin gav út bóklingin ‘Forbundsstaten Norden’, sum snýr seg um sínar tankar við norðurlendska statinum.
Ein kanning, sum norðurlendska ráðharraráðið hevur gjørt, vísir, at fólkið í norðurlondum tekur undir við størri samstarvi, men tað stúrir samstundis fyri at missa samleikan og nærdemokratiið í einum tættari samstarvi.
GUNNAR WETTERBERG
er 57 ár og útbúgvin søgufrøðingur. Hann hevur granskað og skrivað fleiri søguligar bøkur, og hann hevur verið í uttanríkistænastu fyri svenska statin. Hann er nú granskingarleiðari í Saco, sum er ein samanrenning av fleiri svenskum fakfeløgum fyri akademikarar.