Norðoya Sparikassi lækkar renturnar

Rentulækkingin er grundað á at Tjóðbankin lækkaði leiðandi rentuna fyrr í hesum mánaðinum.

Tíðindaskriv:

 

Útlánsrentur og innlánsrentur lækka við upp til 0,20 %-stigum hjá privat- og vinnukundum.

 

Broytingarnar koma í gildi 23. oktober 2024.

 

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.