Støðan hjá Norðurkorea sum kjarnorkuveldi er permanent fest í lóg og kann ikki broytast, skriva almennir norðurkoreanskir miðlar í dag.
- Samstundis fordømir Norðurkorea USA fyri at hava kravt, at landið sleppur sínum kjarnorkuvápnum.
Norðurkorea fer ongantíð at sleppa sínum kjarnorkuvápnum. Tað hava myndugleikarnir í landinum fleiri ferðir gjørt greitt.
- Hetta er endurtikið fleiri ferðir síðan ein miseydnaðan toppfund við USA í 2019 um kjarnorkuvápn, skriva almennir norðurkoreanskir miðlar.
Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.