Norðurlendsk bókmentavika 2025

Norðurlendska bókmentavikan verður í ár í døgunum 10.-16. november. Evnið á bókmentavikuni 2025 er samanhald í Norðurlondum. Evnið er valt í ljósinum av teimum aktuellu avbjóðingunum, sum Norðurlond og heimurin standa yvir fyri í dag, og okkara einastandandi møguleikunum fyri at knýta norðurlendsku bondini enn tættari bæði søguliga og mentanarliga.

Dentur verður ofta lagdur á týdningin av einum góðum samstarvi í Norðurlondum sum ein grundleggjandi fortreyt fyri at standa saman móti avbjóðingum uttanífrá. Kortini er tað umráðandi at undirstrika týdningin av samanhaldi í Norðurlondum sum fortreyt fyri einum góðum samstarvi. Tað er ymiskt, hvussu norðurlendska samanhaldið kemur til sjóndar. Tað kann vera gjøgnum persónlig sambond, felagsskapir í bólkum og breið samstørv tvørturum landamørk.

 

Samanhald merkir at halda saman og at skapa semju. Hetta hevur við sær eina kenslu av felagsskapi, áliti, sambandi og stuðli millum luttakandi partar. Samanhaldið í Norðurlondum er bygt á felagsskapin, sum vit saman vilja taka hond um, og at vit deila virðir, sum líkjast okkara. Samanhald snýr seg um at stuðla hvørjum øðrum – bæði í góðum og tungum tíðum. Tað er bygt á álit og virðing fyri hvørjum øðrum.

 

Við at seta samanhald á breddan fyri Norðurlendsku bókmentavikuna, vóna vit at skapa rúm fyri, at vit í tekstunum kunnu møtast um samanhaldið landanna millum. Vit vóna, at Norðurlendska bókmentavikan kann vera høvi til at práta um tað, sum bindur okkum saman og til at skapa tættari bond tvørturum landamørk. Tað er okkara vón, at Norðurlendska bókmentavikan kann vera eitt høvi at tosa um samanhald í Norðurlondum, og at kjakast um tað, sum mennir samstarvið í øllum Norðurlondum.

 

 

 

Ársins bók til sólarris: Ein hundur, ein ketta og ein mús (2004) eftir Bárð Oskarsson

 

Her hitta vit ein hund, eina kettu og eina mús, sum hava gjørt av at flyta saman sum vinir. Tað riggar í eina tíð. Men ein blandingur av keðsemi og illneitan ger ein enda á øllum. Fyri at halda fram við at búgva saman, noyðast tey at tosa saman um trupulleikarnar sínámillum. Hóast ymiskleikar og ósemjur hava tey tað hugnaligt saman, og tey gera av at halda fram við at búgva saman. Bárður Oskarsson er ein av okkara virknastu høvundunum, sum hevur fingið hópin av virðislønum fyri sínar barnabøkur. Hann  hevur í fleiri umførum verið í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, og í 2018 vann hann virðislønina fyri myndabókina Træið.

 

 

 

Ársins bók til skýmingarløtuna: Andvekur (2007) eftir Jon Fosse

 

Í Andvekur valla Alida og Asle runt í Bjørgvin, meðan tey leita sær eftir húsi og arbeiði. Alida er komin at eiga, men eingin vil taka ímóti teimum og veita teimum skjól. Støðan gerst alsamt vónleysari, sum tey ganga úti í regninum, meðan myrkur og kuldi legst yvir tey. Við sær bera tey minnini um eina eydnusamari tíð, tá tey hittust á fyrstan tíð og gjørdust góð alt fyri eitt. Men øll minnini eru ikki eydnusom. Gjøgnum afturlit fáa vit innlit í, hvussu hesi bæði eru endað einsamøll í verðini.

 

Andvekur er fyrsti partur av trípartsbindinum Trilogien, sum Jon Fosse vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri í 2015. Andvekur er ikki útkomin á føroyskum, men Marna Jacobsen týðir tekstin til føroyskt í sambandi við bókmenravikuna.  

 

Tað er ókeypis at luttaka á Norðurlendsku bókmentavikuni, og vit eggja øllum skúlum, stovnum, arbeiðsplássum og einstaklingum til at tendra eitt kertuljós og njóta eina løtu við upplestri við sólarris ella í skýmingini. 

 

Tekstirnir verða tøkir á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókmentavikuni. Neyðugt er at melda til fyri at fáa atgongd til tekstirnar. Les meir á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókmentavikuni.