Norðurlond mugu gera meiri

Varaaðalskrivari í ST, Christian Friis Bach, heitti í dag á norðurlond um at gera meiri fyri at loysa flóttafólkakreppuna.

- Ein tjóð verður ikki veikari av at verja rættindini hjá tilflytarum og flóttafólkum. Tað verður sterkari. Vit hvørki mugu ella kunnu venda eini flytingarkreppu til eina kreppu um altjóða samanhald. Vit skulu standa stinn mótvegis rasismu og haturi. Hetta er høvuðsboðskapurin, eg havi at bera tykkum frá aðalskrivaranum, segði varaaðalskrivarin í ST, Christian Friis Bach, tá hann talaði til norðurlendskar ráðharrar og tingfólk í Reykjavík í samband við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum.

 

Christian Friis Bach legði samstundis dent á týdningin av einum sterkum altjóða samstarvi og sterkari altjóða samskipan.

- Hesi 70 árini, sum ST hevur verið til, hava norðurlond altíð verið millum fremstu talsmenn fyri mannarættindum. Hendan støðan hevur givið tykkum stóra virðing um allan heimin. Eg vil tí staðiliga heita á tykkum um ikki at tveita tykkara søguligu støðu burtur í eini flóttafólkakreppu, sum tit eru før fyri at handfara og stýra, um tit samstarva. Eg biði tykkum tí heldur um at vísa manngóðsku og verja mannarættindini hjá øllum tilflytarum og flóttafólkum, líkamikið hvør støða teirra er, segði hann.

 

Varaaðalskrivarin hjá ST legði áherðslu á tørvin á eini sterkari norðurlendskari rødd

– Norðurlond kunnu stuðla meiri víttfevnandi boðum upp á handfaring og loysnir av flóttafólkastøðuni, sum byggja á eitt sterkt altjóða samstarv og sterka altjóða samskipan. Einki land, sum gongur sína egnu kós, megnar at handfara tær avbjóðingar og møguleikar, sum menniskjaligt flytføri bjóðar okkum í hesum globaliseraða heiminum.

 

ST trýr upp á eitt sterkt og ósvikaliga skyldu at bjarga lívum, og Christian Friis Bach heitti á samkomuna um at tryggja verjuna av tilflytarum og flóttafólkum, teirra mannarættindum og rættindunum hjá flóttafólkum at søkja friðskjól.

– Vit skulu fylgja meginregluni um javnstøðu hvat viðvíkur flóttafólkum og tilflytarum og vísa teimum virðing og sóma. Vit skulu standa saman um at gera enda á teimum eirindaleysu kriminellu netverkunum av menniskjasølumonnum og menniskjasmuglarum.  Fyrst av øllum skulu vit styrkja samstarvið millum upprunalond, millumlond og endalond og binda okkum til eitt rættvíst býti av ábyrgd, segði Christian Friis Bach at enda.