Í samrøðu við FOX stórfegnast ameriski forsetin, Donald Trump um HM-endaspælið, ið USA saman við Meksiko og Kanada hevur verið vertur fyri farnu vikurnar.
- Hetta var somikið væl eydnað at vit (USA red.) eiga at søkja um at hýsa HM-endaspælinum aftur. Vit eiga at gera hetta meðan eg enn eri á døgum. Sigur Trump í samrøðuni.
- Leikvøllirnir vóru 99,9 prosent fullir. Reypar Trump, ið sigur seg hava lagt eitt frálíkt hugskot fram fyri FIFA-forsetan Gianni Infantino um ameriskan HM-vertsskap.
Tað fyrsta USA kann gerast HM-vertur aftur er í 2038. Tá er Donald Trump 92 ára gamal.
Komandi HM-endaspælið í 2030 verður leikt í Spania, Portugal og Marokko. HM-endaspælið í 2034 verður leikt í Saudiarabia.











