Noreg vil tryggja russiskar borgarar á Svalbard

- Vit fara at gera tað vit megna fyri at tyggja russiskar borgarar, sum nú eru endaðir í einari keðiligari støðu á Svalbard, siga tey í norska uttanríkisráðnum

Russland skuldsetir nú Noreg fyri at seta russar á Svalbard í eina ringa støðu - og fyri at hava sett í verk eina blokadu móti russiskum borgarum í Barentsburg, sum er russisk búseting á Svalbard.

 

Skuldsetingarnar koma eftir, at sýslumaðurin á Svalbard eftir áheitan frá Ukraina og eftir boðum úr Noregi hevur lagt hald á russiska skipið, Professor Moltsjanov, sum liggur í Barentsburg.

 

Í norska uttanríkisráðnum siga tey, at Noreg fer at tryggja russisku borgararnar, sum eru komnir í eina trupla støðu.

 

- Svalbard er ein partur av norska kongaríkinum, og norskir myndugleikar arbeiða í tráð við altjóða skyldur, eisini sambært Svalbardssáttmálanum.

 

Hetta skrivar tíðindatalsmaðurin hjá norska uttanríkisráðnum, Andreas Bjørklund, í einum telduposti til tíðindastovuna NTB, sum norska kringvarpið endurgevur.

 

Á hinari síðuni skuldsetir russiska uttanríkisráðið Noreg fyri at bróta Svalbardsavtaluna.

 

Russland sigur, at Noreg - í stríð við fólkarættin - setir russiskar felagsskapir og borgarar í eina ringa støðu, har russar verða blokeraðir í Barentsburg.

 

Barentsburg er russisk búseting á Svalbard, har russiska felagið, Trust Arktikugol, rekur námsvinnu.

 

- Russisk feløg brúka javnan møguleikan at søkja um undantøk frá revsitiltøkunum við eitt nú innflutningi av mati og øðrum neyðsynjarvørum í samband við sína námsvinnu her.

 

Í norska uttanríkisráðnum siga tey, at Noreg fer at gera tað, sum landið megnar, fyri at tyggja russiskar borgarar á Svalbard.

 

Tað var mikukvøldið, at norskir myndugleikar løgdu hald á russiska skipið, Professor Moltsjanov, sum liggur við bryggju í Barentsburg. Hetta var eftir áheitan frá norsku rættarskipanini.

 

Tað er almenna olju-og gassfelagið í Ukraina, Naftogaz, sum hevur biðið norsku rættarskipanina um at leggja hald á skipið.

 

Í apríl í 2023 álegði ein dómstólur í Haag Russlandi at gjalda ukrainska Naftogaz 4,22 milliardir dollarar, umframt rentur og rættarmálskostnað fyri virðir, sum Russland tók, tá landið hertók Krim-hálvoynna frá Ukraina í 2014.