NORRIQ víðkar virksemið

Í 2007 eydnaðist tað NORRIQ at samanleggja tríggjar stórar danskar fyritøkur, uttan at tað hevur ávirkað hvørki umsetning ella botnlinju. Tað er Formula International í Føroyum, sum er høvuðseigari av NORRIQ, og vónirnar fyri 2008 eru góðar

KT-fyritøkan NORRIQ hevur staðfest støðu sína sum ein av avgjørt størstu veitarum av handilsskipanunum hjá Microsoft á danska marknaðinum, við einum sera nøktandi ársroknskapi fyri 2007.

NORRIQ Danmark, sum stutt eftir stovnanina keypti upp KT-fyritøkurnar Munk IT, Conzern og Senseit, kom upp á ein umsetning upp á 155 milliónir krónur, og endaði á einum EBITDA upp á umleið 7,5 milliónir krónur. Hesi keypini hava gjørt, at NORRIQ í dag er leiðandi veitarin á danska marknaðinum av Microsoft Dynamics C-5, og ein av leiðandi veitarunum av Dynamics NAV-skipanunum.

- Eftir einum ári hava vit megnað at integrera tríggjar spennandi fyritøkur, og skapt grundarlag fyri sera gevandi virksemi. Samanleggingin gav okkum sjálvandi møguleikan fyri at rudda nakað upp, men vit hava nú tryggjað fyritøkuna, skapt ein sterkan dynamikk millum okkara 180 starvsfólk, og enntá megnað eitt pluss á botnlinjuni. Tað er ógvuliga nøktandi, sigur Bo Martinsen, stjóri í NORRIQ.

Tað er Formula International, sum stendur aftan fyri NORRIQ. Fyritøkan er sett saman av Eik Banka, Tryggingarfelagnum Føroyum, Føroya Tele og Formula.fo

 

Út um landamørk

Íløgan í NORRIQ skal síggjast sum ein liður í almennu føroysku strategiini um at koma í fremstu røð í altjóða KT-samfelagnum, umframt eitt ynski um at menna og knýta altjóða fyritøkur til vinnulívið í landinum. Við støði í vælednaðu samanleggingini er tað tí bara náttúrligt, at NORRIQ fyrireikar víðari víðkan av virkseminum, og vendir eyguni móti eini røð av europeiskum londum.

- Tað, at vit hava fingið stýr á fyritøkuni so skjótt her í Danmark, letur upp fyri altjóða vøkstri, sum alla tíðina hevur verið ætlanin hjá NORRIQ. Tað er ein tryggleiki, at vit hava eina so sunna kjarnu her í landinum, og vit fara avgjørt at taka útgangsstøði í okkara norðurlendska framferðarhátti og serfrøði í sambandi við komandi uppkeyp av fyritøkum, sigur Bo Martinsen, stjóri.

Vónirnar fyri 2008 eru er ein munandi betran av úrslitinum, og tað hava fýra teir fyrstu mánaðirnir í ár staðfest.

 

Smáar og miðal fyritøkur

Kundagrundarlagið hjá NORRIQ eru smáar og miðalstórar fyritøkur. Góðu royndirnar, sum NORRIQ hevur fingið gjøgnum uppkeyptu fyritøkurnar, eru fyrst og fremst nýttar til at spjaða fíggjarskipanir til allan SMB-marknaðin (Small and Medium Business).

Stóru konsulenthúsini hava sum heild verið ov hálvhjartað tá tað kemur til smærri fyritøkur. Men NORRIQ hevur í 2008 valt at seta hart inn á júst hetta øki og hevur umlagt søludeildina í tvær sjálvstøðugar eindir, har onnur bert tekur sær av hópsølu.

- NORRIQ Danmark kann veita tænastu til bæði stórar handilsketur við hundraðtals handlum og smáu einmans kioskirnar. Vit síggja, at í framkomna marknaðinum kemur samansetingin í einari fyritøku ikki bert frá støddini, og krøvini til smáar og miðal fyritøkur eru stór. Tí er tað av stórum týdningi at fáa lætt atkomiligar og effektivar fíggjarloysnir til henda partin av marknaðinum – og tað er drívmegin handan okkara strategi fyri hópsølu, sigur Bo Martinsen, stjóri í NORRIQ.

SMB-marknaðurin er upprunaliga grundarlagið fyri skipanirnar Microsoft Dynamics NAV og C5, og tað er ein marknaður við ótrúliga stórum møguleikum, bæði í Danmark og restini av heiminum.