Eitrandi algur, sum seinastu dagarnar hava rakt alivinnuna í Troms og Norland í Noregi rættiliga meint, hava higartil gjørt av við nógvan fisk og risastór virðir. Framvegis spreiða algurnar seg og gera av við uppaftur størri nøgdir av laksi.
Tað, sum hendir, tá hetta slag av algum blóma á firðum, har aling er, kvalist fiskurin, sum verður meinast raktur. Algurnar seta seg í táknurnar og gera, at fiskinum vantar súrevni og doyr.
Tey alifeløg, sum eru vorðin rakt í økjum, har algurnar hava gjørt um seg, hava roynt at tikið livandi fisk til sláturs fyri at minka um tapið, samstundis sum deyður fiskur í velduga stórum nøgdum er tikin upp úr nótunum.
Eitt av alifeløgunum, sum er ógvuliga hart rakt, er Ballangen Sjøfarm, og dagligi leiðarin, Ottar Bakke, sigur við NRK, at støðan er rættiliga álvarslig. - Vit hava mist 2,7 miljónir laksar, og tað er meira enn helmingurin av tí fiski, vit høvdu.
Hann leggur aftrat, at felagið hevur mist virðir fyri millum 150 og 200 miljónir norskar krónur.
Fram til sunnudagin vóru tilsamans fýra alibrúk í Noregi rakt av algunum og Janne Andersen, økisstjóri hjá norska Fiskeridirektoratet, sigur, at algurnar eisini spreiða seg til nýggj øki.
Hon vísir á, at í Nordland hava algurnar nevniliga flutt seg vestur yvir og hava rakt tvey nýggj alibrúk. - Hetta sá ikki so álvarsligt út í byrjanini, men á øðrum brúkinum sær út til, at algur hava dripið út við 15.000 laksar.
NRK veit at siga, at meira og meira fiskur doyr í ytra partinum av fjørðinum, og granskarar vænta, at algurnar fara at spreiða seg upp aftur meira týsdagin, sum er í morgin.
Fiskur, sum ikki er deyður, men sum kann takast til sláturs, er við brunnbátum í fleiri dagar førdur til lands, og haraftrat hava eyka skip og manning tikið upp deyðan laks í raktu alibrúkunum.