NSÍ smurdi klaksvíkingar av

1. DEILD: Seinna hálvleik skrædnaði tað av álvara hjá KÍ, sum bara hevur vunnið einaferð higartil í ár

Í fjør vann KÍ bæði bestu og næstbestu deildina. Tað er langt til kappingarlok, sum í næstbestu deildini er sett at vera fríggjadagin 6. november.

Men gongdin fýra tey fyrstu umførini bendir ikki á, at KÍ fer at endurtaka bragdið í næstbestu deildini ífjør.

Í dýrdarveðri í kvøld vóru teir næstbestu hjá KÍ gestir hjá NSÍ. Heimaliðið vann 6-2, eftir at hava verið frammanfyri 1-0, tá ið tað var hálvleikt.

NSÍ hevði fleiri møguleikar enn KÍ í fyrra hálvleiki, men munurin var ikki so ógvuliga stórur. Einasta málið skoraði Búi Egilsson eftir horna og aftur og fram, tá ið eitt korter var farið.

Tíggju minuttir eftir steðgin varð tað heilt spennandi, tá ið Hjalgrím Elttør, sum var fremsti maður hjá KÍ, umsetti brotsspark til mál og 1-1.

Bara tveir minuttir seinni bríkslaði Alex Troleis fyri brotssparki til NSÍ, og tað umsetti Jann Martin Mortensen til mál og 2-1. Tíggju minuttir seinni var 4-1. Jørgen Nielsen, sum longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð skiftur inn, skoraði til 3-1, og bara tveir minuttir seinni var Jørgen Nielsen aftur upp á spæl, tá ið hann skoraði til 4-1. Hetta vóru fyrstu málini, sum 16 ára gamli Jørgen Nielsen nakrantíð hevur skorað á næstbesta NSÍ liðnum.

Miðverjin Aron Joensen minkaði um munin til 4-2, tá ið tað restaði eitt korter, men so svaraði NSÍ av álvara aftur, tá ið klaksvíkingar royndu at spenna álopsbogan. Búi Egilsson økti til 5-2 í 85. minutti og til 6-2 í 87. minutti.

NSÍ hevur 7 stig, og KÍ hevur 4 stig, nú fýra umfør eru farin.

Í fimta umfari skal NSÍ spæla á Argjum, og KÍ fær vitjan av 07 Vestur.