NSÍ verður trýst í botn

- Vit møta einum stórum liðið í einum stórum dysti, so talan er um eina stóra uppgávu, sigur Pauli Poulsen við heimasíðuna rbk.no, sum er heimasíðan hjá Rosenborg, ið er mótstøðuliðið, NSÍ hittir á útivølli í kvøld. Spurdur, um NSÍ fer at hava eitt verjukent ella álopssinna útgangsstøði, svarar Pauli Poulsen, at tað nokk verður Rosenborg, sum kemur at gera av, hvar NSÍ fer at standa á vøllinum.

? Men vit rokna við at verða trýstir í botn, sigur Pauli Poulsen.