NSÍ hevur skrivað søgu

Kvinnur: Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur NSÍ vunnið steypafinaluna í kvinnufótbólti

Tað er fagnaður í NSÍ leguni, og tað er lagt upp til stóra løtu, tá ið NSÍ ferðalagið um níggju tíðina í kvøld verður aftur í Runavík.

 

Í dag hava NSÍ kvinnurnar skrivað søgu. Tær vunnu á Tórsvølli steypafinaluna ímóti HB 4-2. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at NSÍ, sum í hesum umfarinum bara hevur verið tvey ár í bestu deildini, hevur vunnið steypakappingina, og avrikið og úrslitið verður sett í serligt ljós, tí hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at NSÍ kvinnurnar vinna eina kapping. Í landskappingini endaðu tær bæði í fjør og í ár við at vinna silvurkrónurnar.

 

NSÍ liðformaðurin Ansy Sevdal setti hol á eftir horna í 12. minutti, og í 22. minutti økti Laila Pætursdóttir um munin til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

 

Spenningur kom í aftur tveir minuttir eftir steðgin, tá ð Ása Stórá Carlsen, sum varð skift inn beinanvegin eftir steðgin, minkaði um munin. So tevjaði HB møguleikan at vinna seg upp á javnt, men tríggjar minuttir seinni fánaði HB vónin nógv. Tá var tað Heidi Sevdal, sum av egnari hálvu streyk avstað í høgru og úr 20 metrum smekkaði bóltin í handara síðunetið.

 

Tíggju minuttir undan leikloki var Heidi Sevdal aftur upp á spæl, og tveir minuttir seinni var tað innskifta Elin Maria Isaksen, sum eftir álop í høgru og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið, og so var tað 4-2, sum eisini varð úrslitið.

 

Úrslitið hjá NSÍ kvinnunum er silvur í landskappingini og gull í steypakappingini. Úrslitið hjá NSÍ monnunum er fjórða pláss í landskappingini. Hvussu tað fer at ganga í steypakappingini er ikki greitt enn. NSÍ skal spæla tvær hálvfinalur ímóti HB. Tann fyrra verður á útivølli annan sunnudag, og tann seinna verður annan leygardag við Løkina, har tey í kvøld fara at fegnast um, at felagið í dag fyri fyrstu ferð hevur vunnið finaluna í steypakapppingini fyri kvinnur.  

 

 

 

NSÍ – HB 4-2 (2-0)

 

1-0: Andy Sevdal 12.

 

2-0: Laila Pætursdóttir 22.

 

2-1: Ása Stórá Carlsen 47.

 

3-1: Heidi Sevdal 50.

 

4-1: Heidi Sevdal 80.

 

4-2: Elin Maria Isaksen 82.

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

NSÍ: Sjarlotta E. Joensen – Sigrid Amalielsdóttir Jacobsen, Mirjam Huneck, Monika S. Samuelsen, Hansina Joensen – Ansy Sevdal Jakobsen, Rúna Olsen – Laila Pætursdóttir (Kára I. Djurhuus, 89.), Heidi Sevdal, Maria V. Johansen (Dania S. Olsen, 81.) – Lena Olsen

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Jonna Holm, Mai-Britt Svalbard Hansen, Miriam H. Egilsdóttir, Mona Petersen, Marta Gaardbo

 

Venjari: Poul N. Poulsen

 

Hjálparvenjari: Suni Ernstsson

 

HB: Amalie Kristine Jørgensen – Ida Marie Christensen, Liljan av Fløtum, Sunniva Willemoes, Sara Samson Lamhauge (Elin Maria Isaksen, 55.), Julia Helena Dal Henriksen, Sarita Maria Mittfoss (Elin Maria Isaksen, 55.), Kára Djurhuus, Ása á Reynatúgvu, Kára Djurhuus, Rúna Jacobsen, Emma Tórmóðardóttir Stórá (Lea Tórarenni Johannesen, 75.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Vár Dam, Tinna av Skarði, Poula Andreasen, Teresa Jacobsen

 

Gult kort: Sunniva Willemoes

 

Venjari Jan Mølvad Laursen

 

Hjálparvenjari: John Eystberg