NSÍ kvinnurnar vunnu á KÍ fyri aðru ferð í tríggjar dagar

Spenningurin í kvinnukappingini er størri, enn hann hevur verið í mong ár

Spenningurin er størri í kvinnukappingini í fótbólti, enn hann plagar at vera. Mikukvøldið varpaðu NSÍ kvinnurnar við 3-1 heimasigri margfalda meistaraliðið úr steypakappingini, og aftur í dag gjørdi NSÍ bart.

 

Fyri aðru ferð í tríggjar dagar vóru KÍ kvinnurnar í Runavík, og aftur í dag eydnaðist tað NSÍ at vinna. 1-0 sigurin ber við sær, at NSÍ hevur 20 stig og er tvey stig aftanfyri KÍ, sum er topplið.

 

Víkingur hevur 20 stig, og tær í Víkingi hava í morgin møguleika at vinna oddasessin, tá ið tær á heimavølli vera stórfavorittar ímóti FC Hoyvík.

 

Einasta málið í Runavík í dag skoraði miðvallarin Rúna Olsen í 29. minutti. Tað var eftir innlegg úr vinstru, at hon mitt fyri málinum sendi bóltin upp í nettakið aftanfyri landsliðsmálverjan Óluvu Allansdóttir Joensen, sum er aftur í KÍ málinum, eftir at hon í langa tíð hevur verið so illa skaðadarvað, at hon ikki hevur verið før fyri at verja KÍ málið og harvið eisini landsliðsmálið.

 

KÍ legði nógv fyri í royndini at javna, og tað vóru fleiri spentar støður og eisini møguleikar frammanfyri NSÍ málið, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Abigail Mensah, sum var sera trygg í NSÍ málinum.

 

Í morgin vera tríggir dystir:

 

Víkingur – FC Hoyvík: Gunnar Christiansen kl. 15.00

 

HB – Skála: Nicusor Cristian Matica kl. 12.15

 

B36 – TB/FCS/Royn: Bogi J. Petersen kl. 15.00