Nú bjóðar hann seg fram at fara í landsstýrið

Heldur hendan samgongan fram, er tað ikki meiri enn rímiligt at sandoyggin fær eitt umboð í landsstýrið, sigur Brandur Sandoy

Mynd: Birgir Waag Høgnesen

Heldur hendan samgongan fram, er tað púra sjálvsagt, at Fólkaflokkurin velur ein sandoying í landsstýrið. Tað sigur Brandur Sandoy, sum hevur verið tingmaður fyri Fólkaflokkin. Í gjár varð hann so koyrdur úr Løgtinginum, tá ið landsstýrisfólkini, Jákup Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgdu frá sær.

 

Samdstundis hevur løgmaður boðað frá, at nú tey eru farin úr landsstýrinum, sleppa tey ikki aftur í landsstýrið, tí tað ber ikki til at valsa inn og út úr landsstýrinum sum tað passar.

 

Brandur Sandoy sigur, at sostatt er Sandoyggin ikki longur umboðað í samgonguni og tí sigur hann, at heldur hendan samgongan fram, eigur Sandoyggin at fáa eitt landsstýrisfólk. Tað er neyðugt at hugsa um, at hava tey ymsu økini umboðað, sigur hann. Um tað ikki er eitt krav, er tað í hvussu so er ikki meiri enn rímiligt, at vit fáa ein landsstýrissess eftir at vit eru trokað úr Løgtinginum, heldur Brandur Sandoy.

 

Brandur Sandoy leggur afturat, at sjálvur er hann til reiðar at taka við einum landsstýrissessi. Og hann heldur eisini avgjørt, at ein roynd eigur at verða gjørd at fáa samgonguna at halda fram, tí tey hava nógv mál eftir at fremja. Hann sigur eisini, at eitt er, at málið um sammøður kloyvdi samgonguna, men annars hevur stevið í samgonguni verið gott.

 

Hann ivast heldur ikki í, at tað hevði borið til at fingið eina semju um samferðslupakkan, tí tað er stór misnøgd við, at ætlanin er at avtaka bummgjøldini í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum – samstundis sum onnur skulu rinda tað sama og suðuroyingar enntá skulu rinda meiri fyri farmaflutningin.

 

Brandur Sandoy dugir heldur ikki at síggja, at flokkarnir í samgonguni hava nakran sum helst áhugað í at lata valdið upp í hendurnar á eini sosialistiskari samgongu og tí eigur ein roynd at verða gjørd at fáa samgonguna at halda fram.

 

Les eisini: Kreppan í samgonguni: Hetta var ein stórur feilur

 

Mynd: Birgir Waag Høgnesen