Enn einaferð er talan um afturgong í bilasøluni. Men sambært hagtølunum hjá Akstovuni, so er afturgongdin í skrásetingini av nýggjum akførum minkað nógv, so nógv, at nú er afturgongdin tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár bara akfør í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í prosentum er tað bara 3,2 prosent í afturgongd.
Taka vit bara februarmánað, so er talan um framgongd. Tí í februar í ár eru seld 105 nýggj akfør ímun til 93 í februar í fjør. Men taka vit báðar mánaðirnar undir einum, so vóru seld 156 nýggj akfør í mun til 151 í ár.
Talvan niðanfyri vísir tølini fyri ársins fyrstu tveir mánaðir ávikavist í ár og í fjør.
##med2##