Nú er HØJ bert eitt stig frammanfyri Aarhus

Trygga leiðslan í oddinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini er tódnað hjá Paula Jacobsen og liðfeløgunum

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ eru framvegis oddalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Men nú er HØJ bert eitt stig frammanfyri nummar tvey, Aarhus sum er liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh.

 

HØJ spældi í dag á útivølli javnleik 26-26 móti Tønder. HØJ var á odda bæði 25-23 og 26-25 móti dystarenda, men tað eydnaðist ikki at knógva sigurin.

 

Í steðginum var Tønder á odda 14-12.

 

Aarhus uttan teir skaddu Teis og Peter Krogh vann á heimavølli 31-27 (15-16) á Rækker Mølle. 

 

Nú 22 umfør av 26 eru leikt er HØJ fremst í deildini við 40 stigum. Aarhus hevur 39 stig á øðrum plássinum, og Skive hevur 37 stig á triðja plássinum.

 

HØJ hevur tó tann fyrimunin, at Aarhus og Skive spæla dyst móti hvørjum øðrum í næstseinasta umfarinum.

 

Nummar eitt aftaná lokið grundspæl flytur upp í bestu deildina, meðan nummar tvey og trý mugu spæla dystir um uppflyting til bestu deildina.