Tað endaði við 2-1 heimasigri, tá ið Víkingur seinnapartin hevði vitjan av 07 Vestur.
Víkingur hevur tvær stórar avbjóðingar fyri framman.
Um eina viku fara víkingarnir í Gundadal at spæla lítla finalu ímóti B36. Finalan er um fjórða plássið, sum undir øllum umstøðum fer at bera europeiska luttøku við sær, um tað eydnast Víkingi at enda á fjórða plássi. Og hin uppgávan er steypafinalan ímóti KÍ. Hon verður fríggjakvøldið 31. oktober, og við sigri í steypafinaluni fer Víkingur undir øllum umstøðum næsta summar at bera altjóða luttøku við sær.
Setingurin hjá 07 Vestur er at sleppa undan niðurflyting. Undan hesum umfarinum var 07 Vestur á áttanda plássi, og eftir 23. umfar er 07 Vestur framvegis á áttanda plássi. 07 Vestur tapti 2-1 í Sarpugerði, og 07 Vestur er omanfyri strikuna, tí hvørki FC Suðuroy ella TB vunnu stig í hesum umfarinum.
Stóri maðurin hjá Víkingi í dag var álopsspælarin Jørgen Nielsen. Hann legði Víking á odda í 19. minutti. Miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard royndi seg við fínum langskoti. Ari í Haraldstovu Petersen í 07 Vestur málinum tveitti seg og stórbjargaði, so bólturin brast í stólpan, og Jørgen Nielsen var fyrstur á returbóltinum og skoraði.
Vágamenn hildu, at Jørgen var rangstaddur, tá ið hann skoraði, men tað var 23. maður á vøllinum Dagfinn Forná ikki samdur við teimum í. Lítla løtu undan steðginum økti heimaliðið um munin til 2-0. Vongverjin í høgru Ari Olsen átti uppleggið, og aftur var Jørgen Nielsen málskjútti. Hetta var áttanda málið hjá Jørgeni í ársins landskapping, og nú er hann toppskjútti hjá Víkingi.
Tá ið vágamenn fyrr í ár vóru í Sarpugerði, endaði tað málleyst. Avrikið hjá vágamonnum í Sarpugerði í dag var á góðari leið, og tað sást ikki, at talan var um lið, sum er á veg í næstbestu deildina. Edvin Jakobsen var skilagóður framrættaður miðvallari, og spælbýti var ikki soleiðis, sum tað kundi verið roknað við, tá ið talan var um heimalið, sum kappast um europeiskt pláss, meðan gestirnir stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.
Tveir minuttir eftir steðgin var tað miðverjin hjá Víkingi Arnbjørn Svensson, sum gjørdi sjálvmál, og tí var spenningur um úrslitið fram til síðsta bríksl.
Meðan kappingarneytarnir í niðurflytingarstríðnum TB og 07 Vestur næstu ferð hittast við Stórá í Trongisvági, so fær 07 Vestur vitjan av tveimum teimum fremstu. Sunnudagin verður NSÍ gestur á Dungasandi, og so vera tað FM favorittarnir í KÍ, sum fara vestur í Vágar.
Víkingur – 07 Vestur 2-1 (1-0)
1-0: Jørgen Nielsen
1-1: Jørgen Nielsen
2-1: Sjálvmál
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson, Ingi Johnardsson – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jón í Horni Nielsen, Nicolai Møller Dohn, Filip Drinic, Jóannis á Steig – Casper Gedsted Hansen, Magnus Holm Jacobsen, Mikkel Hyllegaard, Edvin Jakobsen, Silas Gaard – Lukas G. Giessing