Herfyri frættist, at Heilsutrygd hevði sett Davið Guðnason í starv, sum kommunulækni í Suðuroy, har hann skuldi arbeiða í viðtaluni á Tvøroyri.
Tá varð hann við at leggja seinastu hond á útbúgvingina og Landssjúkrahúsið skrivar í dag, at nú hevur hann so fingið endaliga góðkenning at verða kommunulækni.
Davíð Guðnason tók læknaprógv í juni 2014 og síðani hevur hann nomið sær serliga útbúgving sum kommunulækni. Ta útbúgvingina hevur hann tikið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknum í Havn.
Undir útbúgving hevur hann verið í viðtaluni hjá Kára Jacobsen, kommunulækna í Miðlon, og hetta seinasta árið hevur hann verið í viðtaluni hjá Róa á Kósini, kommunulækna á Tinghúsvegnum. Harumframt hevur hann verið á eini røð av skeiðum í Danmark.
Davið Guðnason er íslendingur, men hevur búð í Føroyum í fleiri ár og tosar føroyskt. Hann hevur tilknýti til Suðuroyar, tí hann hevur konu úr Vági og tann 13. mars tekur hann við sum kommunulækni í viðtaluni á Tvøroyri.
Landsshúkrahúsið sigur annars, at løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Ein lækni verður eftir ætlan liðugur 31. august 2023