27 stig í níggju dystum á rað. Tað er úrtøkan hjá Víkingi. Víkingur hevur síðani 25. juni vunnið allar dystirnar. Í hesum tíðarskeiðnum hevur Víkingur spælt ímóti øllum hinum og tvær ferðir ímóti HB. Einasta felagið, sum Víkingur hevur hitt hetta tíðarskeiðið er B36, sum um eina viku verður gestur í Sarpugerði.
Síðsta tapið hjá Víkingi var 10. juni, tá ið tað í Sørvági endaði við 3-2 tapi.
Í dag var 07 Vestur gestur í Sarpugerði. Vágamenn rigga til at fara vestur aftur við 3-1 tapi.
Níggjundi sigurin hjá Víkingi á rað ber við sær, at Víkingur nú er á triðja plássi. Víkingur hevur 48 stig, og HB er á fjórða plássi við 47 stigum. Í annaðkvøld fer HB at vera partur av grannauppgerð í Gundadali.
Hálvleiksstøðan í dag var 1-0. Málskjútti eftir 20 minuttir var Sølvi Vatnhamar eftir uppspæl frá Ara Olsen, sum hevur vunnið sessin á vongverjanum í høgru, nú Signar á Brúnni er skaddur.
Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði 07 Vestur. Ytstur í framrættaðari ódn í høgru var Jaspar Van Der Heyden, sum var væl upplagdur. Hann átti 1-1 málið eftir fínt álop og síðstu sending frá miðvallaranum Janusi Svabo Samuelsen.
-Tað órógvaði eitt sindur, at teir javnaðu, men ikki meiri enn tað, enn at vit høvdu fleiri møguleikar, enn 07 Vestur hevði, sigur Sølvi Vatnhamar í samrøðu við FM1. Hann var tvífaldur málskjútti, tá ið hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti 3-1 sigurin.
Sølvi Vatnhamar hevur nú skorað 15 mál, og hann bjóðar av álvara av í kappingini um máltindin. Páll A. Klettskarð er framvegis toppskjútti við 16 málum.
-Vit hugsa ikki um máltindin. Talan er um liðavrik, og vit fyrireika okkum væl til hvønn einstakan dyst. Nú snýr tað seg um B36, sum vit ikki hava vunnið ímóti í ár, sigur Sølvi Vatnhamar.
2-1 málið skoraði Martin Klein Joensen, tá ið tað restaðu 17 minuttir. Hetta var bara lítla løtu eftir, at hann varð skiftur inn. Martin Klein Joensen hevur nú skorað 12 mál og er næstbesti málskjútti hjá Víkingi.