07 Vestur hevði av álvara knívin tungt á barkanum, tá ið vágaliðið í góðveðrinum tíðliga seinnapartin fór á vøllin á Vágseiði. Um tað ikki eydnaðist at fáa stig og helst at vinna fulla úrtøku, so var niðurflytingin so at siga veruleiki.
Nú hevur Jákup Øssursson Mohr bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 0-3. Við 3-0 sigrinum hevur 07 Vestur lyft seg upp á 13 stig. Tað er sama stigatal, sum FC Suðuroy hevur. Málmunurin hjá 07 Vestur er betri, enn hann er hjá FC Suðuroy, og tað ber við sær, at nú er 07 Vestur á áttanda plássi, meðan FC Suðuroy er undir strikuni saman við TB, ið er aftast við 11 stigum. Nú klokkan 15 var fyrsta bríksl í Runavík, har TB spælir ímóti NSÍ.
Fyrsta stóra korterið var tað so at siga avgjørt, at vágamenn skuldu hava øll stigini við sær norður aftur. 07 Vestur var í meiri álopskendari útgávu enn ofta fyrr í ár. Edvin Jakobsen, sum viðhvørt hevur verið ein av trimum miðverjum, var mest sum álopsspælari, og tað var Silas Gaard, sum var framrættaður í vinstru, sum legði 07 Vestur á odda. Ungi FC Suðuroy málverjin sá ikki so sannførandi út í hesi støðuni.
Hetta var triðja málið hjá Silasi, síðani hann flutti úr KÍ og vestur í Vágar. Silas er ein av teimum, sum hevur verið drúgvastur á vágaliðnum higartil í ár.
Tá ið eitt korter var farið, økti eyðsýndi miðvallarin Tobias Giusti um munin til 2-0. Hetta var fjórða málið hjá 20 ára gamla argentinska álopsspælaranum, síðani hann í summar flutti úr KÍ og vestur í Vágar. Uppleggið átti eyðsýndi miðvallarin Mikkel Hyllegaard.
Tað riggaði ikki soleiðis hjá heimaliðnum, sum tað hevur gjørt onkra ferðina fyrr í ár. Stóri trupulleikin var aftur í dag, sum tað fleiri ferðir var fyrr í ár, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku úr støðum og møguleikum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað staðfest, at øll stigini fóru av oynni. Innskifti Lukas G. Giessing, sum frammanundan hevði havt risastóran møguleika, skoraði til 3-0, og aftur var tað Mikkel Hyllegaard, sum átti uppleggið.
FC Suðuroy – 07 Vestur 0-3 (0-2)
0-1: Silas Gaard
0-2: Tobias Fabian Giusti
0-3: Lukas G. Giessing
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
FC Suðuroy: Tróndur Sjúrðarson – Hunter Bell, Jimmy Abdul, Bjartmar Holm, Dánjal Godtfred, Owusu Emmanuel Andorful – Pætur Augustinussen, Salmundur Bech, John Villi Wøldike Leo, Alexander Holm Kilgour – Fríði Holm
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jón í Horni Nielsen, Nicolai Møller Dohn,
Filip Drinic, Jóannis á Steig – Casper Gedsted Hansen, Magnus Holm Jacobsen, Mikkel Hyllegaard, Silas Gaard – Edvin Jakobsen, Tobias Fabian Giusti