Nú glapp hjá teimum 80 ára gomlu

1. DEILD: Dánjal á Lakjuni var tvífaldur málskjútti í 4-2 sigrinum á útivølli ímóti FC Hoyvík

25. mars var 80 ára stovningardagur hjá ÍF. Fyrsti dystur síðani stóra runda dagin var í dag, tá ið ÍF á útivølli spældi ímóti FC Hoyvík.

 

Úrslitið var, at ÍF vann 4-2. Hetta mundi kennast sum sera søtur sigur hjá fuglfirðingum, tí tvær tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki riggað væl. Eftir 4-0 heimasigur í fyrsta umfari ímóti HB, tapti ÍF tvær ferðir á útivølli – 6-1 ímóti FC Suðuroy og 6-0 ímóti EB/Streymi. Merkisvert er tað, at skráin er løgd soleiðis, at ÍF eftir heimavøll í fyrsta umfari er fýra ferðir á útivølli, áðrenn heimadystur verður ímóti NSÍ.

 

Mikkel Elbæk Jakobsen átti uppleggið, tá ið Teit Hjelm í 13. minutti legði fuglfirðingar framum. Hetta var triðja málið hjá honum, síðani Teit Hjelm undan kappingarbyrjan flutti úr FC Suðuroy og til ÍF.

 

Tá ið stórur hálvur tími var farin, javnaði FCHoyvík til 1-1. Málskjútti var Hjalti Reinert Olsen, og uppleggið átti Ragnar Rasmussen. Hetta var fyrsta ferðin, at 21 ára gamli Hjalti Reinert Olsen, sum í fjør spældi við AB, var málskjútti í næstbestu deildini, veit Faroe Soccer at siga.

 

Sjey minuttir eftir steðgin legði FC Hoyvík seg á odda 2-1. Málskjútti var Rói Jacobsen, og Herman Nolsøe átti uppleggið. Hetta var aðru ferð í ár, at Rói Jacobsen var málskjútti í 1. deild.  

 

FC Hoyvík var á odda, inntil tað restaðu fimm minuttir. Tá javnaði Dánjal á Lakjuni til 2-2, og tríggjar minuttir seinni legði Dánjal ÍF á odda 3-2. Uppleggið átti innskifti Jákup Andrias Thomsen, sum staðfesti ÍF sigurin, tá ið klokkan var farin seks minuttir út um vanligu leiktíðina.Bæði hjá Dánjali og Jákupi Andrias vóru hetta fyrstu málini í ár.

 

Um eina viku fer ÍF at spæla á útivølli ímóti grannunum í Víkingi. ÍF hevur seks stig, og FC Hoyvík hevur trý stig. Næsti dystur hjá FC Hoyvík verður um eina viku. Tað verður á útivølli ímóti B71.