Tað hevur ikki ligið í kortunum, og tað er ikki serliga sannlíkt, men nú er møguleikin størri fyri, at tað verður spenningur um hvør fer at vinna meistaraheitið.
Málmaskingan hjá KÍ melur ikki so títti, sum hon hevur gjørt. Tvær tær síðstu ferðirnar á heimavølli er tað endað málleyst ímóti HB og Víkingi, og tað hevur havt við sær, at NSÍ er sjey stig nærri toppinum enn fyri tveimum vikum síðani.
KÍ hevur spælt tveir dystir færri enn NSÍ. Annar verður í dag á heimavølli ímóti EB/Streymi, og tann seinni verður mikukvøldið í Hólmanum á Eiði ímóti EB/Streymi.
Royndirnar siga, at tað hjá Sigfríði S. Clementsen liggur betri fyri at seta sínar menn rætt upp at spæla ímóti KÍ heldur enn at spæla á heimavølli ímóti B68. Ímóti toftamonnum síðsta sunnudag var tað luturin hjá EB/Streymi at mynda álopsspælið, og tá eydnaðist ikki at skora. Ímóti FM favorittunum í KÍ er luturin hjá Sigfríði at brúka konseptið, sum hann er serfrøðingur í. Tá ræður um at verja, og at tað er tætt millum keturnar, meðan lúrt verður eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop. Hetta hevur fleiri ferðir síðstu árini eydnast rættiliga væl ímóti KÍ. Eitt nú í fjør, tá ið tað í øllum trimum dystunum reið um snarið.
Við Margáir vann KÍ fyrra dystin 1-0 og í seinna dystinum og við 10 monnum skoraði KÍ 2-1 sigursmáið í 95.+ minutti, og í Klaksvík skoraði Páll A. Klettskarð 2-1 sigursmálið við brotssparki í 97.+ minutti.
Í botnstríðnum fær TB í dag vitjan av B36, meðan 07 Vestur fer at spæla í Sarpugerði.
Í gjárkvøldið stríddist FC Suðuroy fyri lívinum í Gundadali, har tað var um reppið at eydnast. Innskifti Heðin Hansen stútaði sigursmálið í 87. minutti eftir hornaspark frá Viljormi Davidsen.
Fríði Holm legði FC Suðuroy beinanvegin FC Suðuroy á odda eftir upplegg frá Olaf Godtfred. Emil G Pedersen javnaði við stútara, tá ið eitt stórt korter var farið. Uppleggið átti Ási P. Dam.
Sum seinni hálvleikur leið, arbeiddi tíðin fyri gestirnar, sum tó mistu á stokkinum.
KÍ | 21 | 18 | 3 | 0 | 68 | 10 | 57 |
NSÍ | 23 | 17 | 3 | 3 | 83 | 28 | 54 |
HB | 23 | 16 | 4 | 3 | 56 | 34 | 52 |
Víkingur | 22 | 9 | 7 | 6 | 32 | 25 | 34 |
B36 | 22 | 9 | 5 | 8 | 33 | 35 | 32 |
EB/Streymur | 21 | 6 | 6 | 9 | 22 | 37 | 24 |
B68 | 23 | 6 | 5 | 12 | 29 | 51 | 23 |
07 Vestur | 22 | 4 | 1 | 17 | 27 | 41 | 13 |
FC Suðuroy | 23 | 4 | 1 | 18 | 21 | 61 | 13 |
TB | 22 | 2 | 5 | 15 | 22 | 71 | 11 |
KÍ – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Víkingur – 07 Vestur: Dagfinn Forná kl. 15.00
TB – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 14.15