Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður i fiskivinnumálum, hevur sett 4.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni í 2026 av til vinnuligar fiskiroyndir.
- Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi í NEAFC-skipanarøkinum.
Í Fiskimálaráðnum verður sagt, at tey, ið ætla at gera royndir í 2026 og fáa lut í kvotuni, skulu senda uttanríkis- og fiskimálaráðnum umsókn.
- Tá umsóknirnar verða viðgjørdar, verður serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.
Lagt verður aftrat, at umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.
- Í umsóknini skal upplýsast, hvat fiskifar skal fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu fiskurin kemur til høldar.
At enda verður sagt, at greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður á landi.
Umsóknarfreistin er á middegi fríggjadagin hin 25. september 2026.











