Nú fer Vísindavøkan aftur á ferð

Vísindavøkan fer á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 14. til 23. september.

Gransking.fo:

 

Talan verður um fimm tiltøk við sama leisti, í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági. Á hvørjum tiltaki verðar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum stovnunum.

 

Harafturat verður eitt serligt tiltak skipað í samstarvi við Norðurlandahúsið, við einum práti um list og vísindi. Spurt verður, um vit kunnu læra nakað um veðurlagskreppuna frá listini?

 

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.

 

Skráin er hendan:

 

Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 14. september kl. 19

Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?

Ása Jacobsen, Havstovan

 

Ecofar verkætlanin um føroyskar firðir

Barbara Leone, Umhvørvivsstovan

 

Samanhald gevur styrki – Føroysk kvinnurørsla í 1970- og 1980-árunum

Margretha Nónklett, Tjóðsavnið

 


Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 15. september kl. 19

Sildafiskiskapur í 1950- og 60-árunum: Frá vísindaligum kanningum til øktan fiskiskap og ovurfisking

Tráin Petursson Nónklett, Fróðskaparsetrið

 

Nærlestur av føroysku fiskidagaskipanini

Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetrið

 

Nýggjur sjúkrarøktarleiklutur í heilsuverkinum

Tordis Tróndarson, Fróðskaparsetrið

 


Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 16. september kl. 19

Hvussu minka vit oljunýtsluna í fiskiskapinum?

Magni Laksáfoss, Sjókovin

 

Dronan – eitt hent amboð hjá jarðfrøðinginum

Rakul M .I. Johannesen, Jarðfeingi

 

Stóra kreppan í 1990unum og fólkaræðið í Føroyum

Jens Christian Svabo Justinussen, Fróðskaparsetrið

 


Sands Bókasavn hóskvøldið 17. september kl. 19

Sildafiskiskapur í 1950- og 60-árunum: Frá vísindaligum kanningum til øktan fiskiskap og ovurfisking

Tráin Petursson Nónklett, Fróðskaparsetrið

 

Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á landgrunninum í eina fjórðingsøld (hildin á donskum)

Elaine Runge, Havstovan

 

Ein lítil tráður úr Føroyum: handrit á alnetinum

Heiðrún Hõdd Guðmundsdóttir, Landsbókasavnið

 


Miðlatún í Vági mánakvøldið 21. september kl. 19 

Føroyskir hvalir ella ein felags stovnur?

Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið

 

Havsins talgildi tvíburði

Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum

 

Hin fátæka javnvágin - Føroysk fátækrahjálp 1767-1855

Sámal Tróndur Finsson Johansen, Tjóðskjalasavnið

 

Norðurlandahúsið mikudagin 23. septembur kl. 19

Kunnu vit læra nakað um veðurlagskreppuna frá listini? Eitt prát um list og vísindi

Hvussu kann menniskjað fata søguna hjá jørðini og veðurlagnum, tá søgan fevnir um fleiri milliardir ár – langt út yvir tíðina, vit menniskju kunnu ímynda okkum? 

 

Guðrun í Jákupsstovu, bókmentagranskari, og Maja Friis, myndlistakvinna frá Visual Science hittast til prát um, hvat listin sigur okkum um veðurlag, landslag og tíð.

 

Við støði í gransking, listaligum arbeiði og ítøkiligum landsløgum røða tær um, hvussu list kann víðka okkara vitan um veðurlagsbroytingarnar. Hvussu myndir, søgur, filmar og aðrar fagurfrøðiligar royndir kunnu gera truplar, vísindaligar spurningar lættari at skilja – og hvussu samanrenningin við listina kann fáa fram nýggjar fatanir í gransking.

 

Á tiltakinum verður eitt nú víst filmsbrot frá listasamstarvinum millum Visual Science og ískjarnugranskarar frá Niels Bohr instituttinum, og føroyski yrkjarin Lív Maria Róadóttir Jæger lesur Wicked FYSIKK, ið er um byrjan, verðan, kropp og popp, og sambond yvir um tíð. 


Sí meira um luttakararnar  her