Nú sær tað heilt gott út

Stjórin sigur, at koma ongar avlýsingar, fer tað at eydnast

Nú sær tað heilt gott út. Tað sigur Rúni Djurhuus, sum eigur og rekur Hotell Djurhuus Yviri við Strond. Aftan á at Føroyar hava ligið í at kalla fullkomnum ferðafólkaloysi í alt fjør, og í vár, eru vit við at basa koronu við koppseting, bæði í Føroyum, og í londunum rundan um okkum.

 

Og tað er farið at síggjast aftur í ferðavinnuni, at samfeløgini rundan okkum alsamt verða latin meiri upp aftur, tí higartil hevur tað verið langt ímillum ferðafólkini á hotellinum, sigur Rúni Djurhuus, sum yvirtók tað fyri stuttari tíð síðani.

 

Men hann sigur, at nú fáa tey heilt fitt av bíleggingum frá útlendskum ferðafólkum og heldur hetta sær, ella hendir einki við koronu, sum fær fólk at avlýsa bíleggingarnar í juli og august aftur, sær tað heilt gott út í summar, sigur hann.

 

Heldur hendan gongdin sær, fer tað at bera til í summar, men tað, hann serliga gleðir seg til, er at fáa koronu ordiliga aftur um, so at vit rættiliga kunnu fáa gongd á aftur næsta ár.

 

Fyri ferðavinnuna fegnast hann um, at gongd er komin á ferðavinnum og hann er bjartskygdur um, at so hvørt sum alsamt fleiri verða koppsett fer støðan at batna og tí er hann eisini bjartskygdur um, at tær bíleggingarnar, tey hava fingið, eisini fara at halda.