Nýggj fløga við T.O.S.

Talan er um aðru útgávuna hjá T.O.S.

Onnur fløgútgávan hjá bólkinum T.O.S. - stytting fyri Tollarar og Syndarar, er júst komin. Heitið á fløguni er: Tíð og ævinleiki. Komandi dagarnar fæst hon til keyps um alt landið.

 

T.O.S. spælir tónleik, ið er eitt sindur torførur at seta í bás og kann kanska best lýsast sum ein vavstur av tónleikaligum íblástri úr øllum ættum. Bæði poppur, valsur og rokkur eru umboðað í – ofta enntá í sama sangi. Harmonika, melodika, klokkuspæl, mandolin og onnur spennandi ljóðføri standa sterk í ljóðmyndini, ið annars eisini umfatar trummur, bass, guitar osfr.

 

Sermerkt við hesi útgávuni er, at allar upptøkurnar eru gjørdar í salinum, Hebron, í Leirvík. Hetta er ongatíð roynt áður.

 

Fløguheitið, Tíð og ævinleiki, lýsir tekstliga innihaldið væl – her er bæði talan um tekstir, ið tosa um gerandismál og aðrir, ið viðgera trúgv og trúarmál. 10 sangir eru á fløguni. Alt tilfarið er nýtt, heimagjørt og føroyskt. Niclas Johannesen produseraði, T.O.S. co-produseraði og Óli Poulsen mixaði/mastraði. Rógvi á Lakjuni tók sær av fløguhúsanum.

 

Bárður á Lakjuni, Eiler Hansen, Jógvan S. Sevdal, Jákup Heinesen, John Eliassen og Jan Nónklett manna T.O.S. Bólkurin fer at spæla til tiltøk og konsertir nú um jólini. Eitt nú verður konsert í Reinsarínum 14.des., og millum jóla og nýggjárs verður konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Ein tónleikavideo, sum Rógvi á Lakjuni hevur framleitt sæst her: https://www.youtube.com/watch?v=EgfweXdP03E