Nýggja nevndin varð vald á landsfundi ungmannafelagsins og skipað á nevndarfundi 25. januar.
– Nevndin takkar Tummasi Jóhan Í Djónastovu fyri megnar arbeiðið, ið hann hevur gjørt fyri Huxa í mong ár. Huxa var óvirkið, men Tummas fekk ungmannafelagið virkið aftur, og tað eru vit í dag sera takksom fyri. Hansara partur liggur ikki eftir.
– Somuleiðis ynskja vit enn einaferð at takka Erlingi Mørkøre og Teiti Friduson Andreasen fyri stóra og góða arbeiðið teir hava gjørt fyri Huxa.
– Nevndin fegnast um, at fleri limir leggjast afturat og fer beinleiðis til verka. Huxa fer at halda fram við at upplýsa og savna ein borgarligan ungdóm, til frama fyri eina borgarliga framtíð í Føroyum, siga tey úr Huxa í tíðindaskrivi.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Rói Johannesen, formaður
Jessica Cazabon Celibashi, næstforkvinna
Rúni Hammer, kassameistari
Maria Müller, skrivari
Naomi Pauladóttir Olsen, nevndarlimur
Tiltakslimir:
Eyðstein Zachariasen
Oddur Norðberg
Fríði Leitisskarð
John Bærendsen