Nýggja býráðið skipar seg í morgin

- Nýggja býráðið í Vága kommunu fer at skipa seg við borgarstjóra, varaborgarstjóra og nevndum

 

Tey, sum eru vald at umboða Vága kommunu í býráðnum árini 2025 til 2028, fara at skipa seg í morgin.

 

Í Vága kommunu siga tey, at almennur skipanarafundur verður á býráðsskrivstovuni í Sandavági leygarmorgunin klokkan 10.

 

- Her fer nýggja býráðið at skipa seg við borgarstjóra, varaborgarstjóra og nevndum.

 

Hyggja vit eftir valúrslitunum á kommunuvalinum týsdagin, hevði sitandi borgarstjóri í Vága kommunu, Bjarni Prior, eitt sera gott val.

 

Hann fekk 258 persónligar atkvøður, sum er eitt stórt tal í einum øki við tilsamans 1358 veljarum, harav 83,1 prosent vóru á vali.

 

Tveir listar vóru í Vága kommunu, Borgaralistin og Trivnaðarlistin, sum fingu ávikavist átta og trý umboð hvør.

 

Her niðanfyri sæst, hvørji vórðu vald í býráðið í Vága kommunu týsdagin:

 

##med2##