Nýggja støðin hjá IRF fingið umhvørvisgóðkenning

Nýggja reinsiverkið og tyrvimóttøkan hjá IRF í Nýggjheiðum oman fyri Kvívík, varð tikið í nýtslu í fjør. Síðan 2021 hava allar støðirnar hjá IRF verið góðkendar sambært ISO-14001, og nýggja støðin er nú eisini í hesi umhvørvisstýrisskipan.

ISO-góðkent virksemi í Nýggjheiðum

 

IRF boðar frá, at fyri støðina í Nýggjheiðum merkir ISO-góðkenningin millum annað, at:

 

  • Mannagongdirnar viðvíkjandi viðgerðini av spillvatni frá tyrving og rottangaviðgerð eru umhvørvisgóðkendar sambært Umhvørvisstovuni og soleiðis eisini ISO-góðkendar. Hesar mannagongdirnar, sum umfata sýnistøkur, reinsing av olju-útskiljara, sandfang og annað tryggjar, at einki umhvørvisdálkandi vatn verður leitt út frá støðini.
  • Vatnið til viðgerð av rottangaevju verður endurnýtt fleiri ferðir. Hetta hevur við sær, at vatnnýtslan á støðini minkar, og á hendan hátt minkar nøgdin av spillvatni eisini. Tað vil siga, at minni spillvatn skal gjøgnum reinsiskipanina, áðrenn tað verður latið út á sjógv, og harvið gerst trýstið á reinsiskipanina minni.

 

Hesar mannagongdir eru í ein liður í arbeiðinum við heimsmál nr. 6 og 14. IRF virkar fyri einum reinum havumhvørvi, soleiðis at einki burturkast ella onnur skaðilig evni verða latin á sjógv av virkseminum.