Nýggjur aðalskrivari í FNU

Føroya náttúru og umhvørvisfelag fegnast um, at Birgith Lassen er sett í farloyvisstarvið sum aðalskrivari

Føroya náttúru og umhvørvisfelag skrivar, at Birgith er útbúgvin journalistur og hevur seinastu árini starvast sum marknaðarleiðari. Hon hevur eisini royndir sum samskiftisráðgevi og sum journalistur í Kringvarpi Føroya. Afturat hesum er hon forkvinna í Veltuni á Sandi og stovnari av fyritøkuni Býarfesti, sum framleiðir føroyskt grønmeti og byggir millum annað vakstrartunlar úr endurnýttum tilfari.

 

Birgith tekur við starvinum 1. oktober, og nevndin í FNU gleðir seg til eitt gott samstarv.

 

Samstundis ynskir FNU Fíu Niclasen blíðan byr, nú hon fer í barnsburðarfarloyvi 10. oktober.