Fríggjadagin varð nýggjur føroysku spælifilmur frumsýndur í Havnar Bio. Trygvi Danielsen hevur leikstjórnað filmin, sum hevur heitið »111 góðir dagar«.
Tað er ein filmur á 95 minuttir, sum snýr seg um tveir menn, sum blíva við at hittast undir margháttligum umstøðum. Tað vísir seg spakuliga, at teir eru samantvinnaðir av onkrari hægri megi, sum teir ikki skilja.
– Hetta er ein coming of age søga úr Havn í dag, eftir øllum at døma við persónligum støði í leitandi og samansetta leikstjóranum sjálvum, og annars við almennum høvuðsdenti á ungdóm og fyrstu tilveruligu royndir at standa á egnum beinum, definera vinarløg og arbeiðsfelagsskapir og ikki minst tað kyns- og paraliga, skriva Birgir Kruse og Ole Wich í einum ummæli á BirkBlog.
– »111 góðir dagar« lýsir unga mannin, ið møðist av øllum hugsanum og ætlanum, ið øll onnur hava hansara vegna, og sum hann ikki vil eiga lut í. Mitt í hesum meiningsloysi er bara eitt at gera - at flippa út í einum rusi, við eitt sindur av sex, tá høvið býðst, skriva teir.
Talan er um ein svartan skemtifilm, ið millum annað viðger yvirgangin frá ungdómi til vaksnamannalívið. Nógv kend andlit eru við í filminum. Høvuðsleikarar eru Búi Dam, Torkil Tórgarð, Mariann Hansen, Annika Hoydal og Kjartan Hansen.
– Fyrsti filmurin hjá Trygva Danielsen er forloysandi og, hóast syrutur og flipputur í støðum, við eini greiðari søgugongd, skriva Birgir Kruse og Ole Wich.
Ummælið kann lesast í fullum líki her