Í summar gjørdist greitt, at Manchester United skal hava nýggjan liðskipara til komandi kappingarár. Nemanja Vidic, ið hevur verið liðskipari seinastu mongu árini, hevur skift til Inter Milan í Italia. Meðan Patrice Evra, ið hevur verið varaliðskipari, somuleiðis hevur skift felag.
Gitingar hava leingi verið um, hvør ið skuldi vera nýggjur liðskipari hjá Manchester United, men nú hevur Louis Van Gaal valt sín mann.
Louis Van Gaal hevur valt, at Wayne Rooney er nýggjur liðskipari í Manchester United, og at Darren Fletcher er nýggjur varaliðskipari.
Manchester United byrjar sítt kappingarár leygardagin, tá teir á heimavølli spæla móti Swansea.